Dysturin er liðugur. HB vann 1-4 ímóti Giza/Hoyvík. Giza/Hoyvík var frammanfyri 1-0 hálvleikinum.
90. minuttur: Enn einaferð skoraði HB upp á ein deyðbólt. Tað var Johan Troest Davidsen, ið úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í netið. Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat.
86. minuttur: Giza hevur fram sína síðstu útskifting, og tað er navnframi Tróndur Arge, ið er komin inn í álopið. Áskoðarafjøldini dámdi heilt væl, at Tróndur varð skiftur inn.
84. minuttur: HB skiftir út á seinasta sinni. Bartal Wardum er komin inn fyri Fróða Benjaminsen.
81. minuttur: So varð dysturin avgjørdur. Bólturin kom enn einaferð inn um Giza-verjuna, og tað endaði við, at Fróði Benjaminsen kundi seta bóltin í eitt tómt mál. 3-1 til HB.
77. minuttur: Tað hendir ikki nógv beint nú. HB situr á spælinum, men tað er ikki ein serliga hendingarríkur dystur í løtuni.
72. minuttur: Ítróttarredaktørurin í Miðlahúsinum, Tróndur Arge, er farin at hita upp hjá Giza/Hoyvík!
69. minuttur: Giza fremur sína aðru útskifting. Beinur Davidsen er farin út fyri Guttorm Patursson. HB hevur eisini skift út. Teit Jacobsen er komin inn fyri Jógvan Róa Davidsen á høgra vongi.
65. minuttur: MÁL!!! Nú líkist tað einum favorittsigri til HB. Eftir hornaspark úr vinstru skallaði Gunnar Haraldsen bóltin í netið. Tað er ilt at síggja, hvussu Giza/Hoyvík skal kunna koma aftur í dystin, tí at teir hava brúkt nógva orku upp á at renna aftaná HB'arunum gjøgnum næstan allan dystin.
64. minuttur: HB hevur eisini skift út nú. Arnbjørn Hansen, málskjútti, er farin út við skaða, og inn í hansara stað er komin Adrian Justinussen. Sami Adrian bleiv júst spældur inn um Giza-verjuna, men úr spískum skeyt hann á stongina.
63 minuttir farnir: Giza skiftir út á fyrsta sinni. Hans Kári Hansen er komin inn á miðvøllin fyri Dávid R. Nolsøe
61 minuttir farnir: So megnaði Giza/Hoyvík ikki at standa ímóti trýstinum longur. Levi Hanssen bleiv spældur leysur í vinstru og legði innfyri til Arnbjørn Hansen, ið lættliga kundi seta bóltin í málið.
59 minuttir farnir: Arnbjørn Hansen bleiv spældur púra leysur og gjørdi klárt at skjóta. Hann valdi at gera eina skotfintu fyri at sleppa framvið Poul Thomas Dam, ið var komin aftur. Poul Thomas fekk beint bóltin burtur, men HB'ararnir vilja vera við, at hann nýtti hondina, og at HB sostatt átti brotsspark. Støðan sá illgrunnasom út...
Viðmerkjast kann, at tað er rættiliga nógv fólk savnað saman rundanum niðara vøll fyri at hyggja!
54. minuttur: Nú hildu tey flestu, at HB hevði javnað. Santos legði innfyri til Gunnar Haraldsen, ið skallaði bóltin í netið. Men linjudómarin veittraði fyri rangstøðu, og tískil er støðan framvegis tann sama.
51. minuttur: Christian Mouritsen fekk bóltin inni í brotsteiginum hjá Giza, men skeyt eitt petti við síðuna av og uppum. Framvegis 1-0 til Giza/Hoyvík!
48. minuttur: HB hevur lagt út sum eitt ódnarveður. Higartil er tað blivið til eitt trunkaspæl í fimmmetrinum og eitt stórt trýst. Giza roynir seg við langum bóltum fram til Johan Restorff og Keita, men HB verjan hevur fínt tamarhald á teimum.
Hálvleikur: Sensasjónin lúrir, tí at í hálvleikinum er Giza á odda 1-0 við máli, sum Ahmed Keita skoraði longu eftir 8 minuttir. HB hava avgjørt havt sínar møguleikar, men annað hvørt hava teir ikki rakt málið, ella hevur Atli Undir Kletti bjargað. Spennandi verður, hvussu leikur fer at ganga í seinna hálvleiki.
44. minuttur: Tað, sum Giza skapar frameftir, kemur fyrst og fremst frá Ahmed Keita. Hann hevur júst roynt seg við langskoti, ið fór út til horna.
39. minuttur: Enn ein stórur møguleiki til HB. HB var komið inn í brotsteigin, har Santos spældi Fróða Benjaminsen í lætta skotstøðu, sum hann burdi skorað uppá. Men bólturin fór við síðuna av, og tískil er støðan framvegis 1-0 til 2. deildarliðið Giza/Hoyvík.
34. minuttur: HB hevur júst brent risa møguleika. Arnbjørn Hansen kom ígjøgnum í høgru og spældi innfyri til púra frían Levi Hanssen, men úr stuttari fjarstøðu bjargaði Atli Undir Kletti. Retururin fór til Fróða Benjaminsen, men hann rakti ikki bóltin.
33. minuttur: HB-trýstið er lætnað og Giza er komið eitt sindur betur við í dystin. Ongir málkjansir í løtuni.
27. minuttur: Nú byrjar at brenna á í brotsteiginum hjá Giza. Fyrst var HB nær við at javna eftir góðan deyðbólt, og júst nú bleiv Levi Hanssen spældur innum verjuna, men skotið fór eitt petti við síðuna av.
224. minuttur: HB hevur júst havt góðan málmøguleika. Alex Dos Santos bleiv spældur inn um verjuna, men skot hansara fór í síðunetið.
17. minuttur: Ikki nógv at skriva um í løtuni. Bólturin er fyri tað mesta á Giza-hálvuni, men enn eru HB ikki blivnir heilt vandamiklir. Ahmed Keita er vælleikandi hjá Giza í dag.
8. minuttur: MÁL!!! Fullkomiliga óvæntað er tað 2. deildarliðið Giza/Hoyvík, ið hevur lagt seg á odda! Langur bóltur varð sendur inn um verjuna, har Ahmed Keita var fyrstur á bóltinum. Einsamallur ímóti Teiti Gestsson sveik hann ikki, og so er 1-0 til Giza/Hoyvík. Verjan hjá HB sá ikki ov gott út í støðuni.
4. minuttur: Sum væntað hevur HB sett seg á spælið beinanvegin. Arnbjørn Hansen hevur júst skallað upp um málið, eftir gott innlegg úr høgru síðu.
Liðini eru júst komin á vøllin úr Giza-húsinum, ið er omanfyri niðara vøll. Giza er í svørtum búna, meðan HB spælir í hvítum troyggjum og reyðum brøkum.
Hendan greinin verður uppdaterað so hvørt, tá ið okkurt hendir í dystinum. Dysturin byrjar klokkan 18 á niðari vølli í Gundadali. Niðanfyri síggjast uppstillingarnar hjá liðunum báðum. HB stillar upp við allar sterkasta liði, hóast mótstøðuliðið til dagligt spælir í 2. deild.
Hesir byrja inni hjá heimaliðnum Giza/Hoyvík:
Ahmed Keita
Beinur Davidsen - Dávid R. Nolsøe - Johan Restorff
Yohan Borðoy - Bogi Hermansen
Poul Thomas Dam - Jón Samuelsen - Leivur Holm Joensen - Bárður Mittelstein
Atli Undir Kletti
Á bonkinum sita: Tróndur Arge, Guttormur Patursson, Áki Dam Egholm, Hans Kári Hansen og Hallur Biskopstø
Niðanfyri eru teir 11, ið byrja inni hjá HB:
Arnbjørn Hansen
Christian R. Mouritsen - Levi Hanssen - Jógvan Rói Davidsen
Fróði Benjaminsen - René Shaki Joensen
Alex José dos Santos - Gunnar Haraldsen - Rógvi Holm - Johan Troest Davidsen
Teitur Gestsson
Á bonkinum eru Petur S. Thomsen, Símun Samuelsen, Bartal Wardum, Teit Jacobsen og Adrian Justinussen