Beinrakin og bersøgin

Niels Uni Dam hevur ummælt tónleik í 20 ár. Hann er Føroya mest virkni ummælari og er kendur fyri at vera bersøgin og beinrakin – og tað hevur havt sín prís. Vit hava spurt Niels Una Dam um týdningin av ummælum, avleiðingarnar av at vera ummælari, hvat ringasta ummælið er, sum hann hevur givið og hvat hann heldur um tey, sum seta spurnatekin við hansara bakgrund og trúvirðið sum ummælari

Er neyðugt við ummælum?
Ja, tað haldi eg. Ummæli hjálpa tónleikarum at blíva betri. Listarligt handverk av einum og hvørjum slagi hevur tørv á feedback. Sum listafólk sjálvur havi eg mangan kent, at okkurt manglar, um eingin hevur ummælt tað, eg havi gjørt. Ummæli skulu gerast við virðing fyri teimum, sum framføra, og við virðing fyri teimum, sum uppliva listaverkið. Kemur ein fløga út, so er tað bara gott, at hon verður viðgjørd. Hetta er galdandi fyri øll listaverk. Men eg havi í høvuðsheitum valt at ummæla tónleik.

Er tað ein trupulleiki at vera tónleikari og ummælari samstundis?
Eg havi ikki upplivað tað sum ein trupulleika. Ikki annað enn, at eg havi noktað at ummæla okkurt, har eg havi verið ov tætt uppá. Til dømis vildi eg ikki ummæla fløguna hjá Eager 2 Please, tí eg eri í sama orkestri sum tveir av limunum í tí bólkinum. Tá føldi eg, at tað bleiv ov nær. Men annars haldi eg, at tað nokk so upplagt, tí tá tú fæst við tónleik, so fært tú eitt gott innlit í, hvussu tú lurtar eftir tónleiki. Tað er við at kvalifisera meg sum ummælara.

Nær byrjaði tú at ummæla?
Eg havi akkurát havt 20 ára jubileum. Fyrsta ummælið, eg skrivaði, var í Oyggjaskeggja. Tað var í 1993, og ummælið var av útgávuni »Set teg við alfaravegin« hjá Georg og Ronnie. Og eg haldi faktiskt, at tað ummælið var nokk so positivt. Har var tað kanska so sum so við habilitetinum, tí eg hevði sitið í Futtnevnd líka inn til tá saman við Ronnie og Georg. Men tað er nokk blivið betri síðani.

Hvussu er at vera ummælari?
Nú ummæli eg eina fløgu um vikuna og ummæli sjáldan konsertir. Men tá eg arbeiddi á Sosialinum, og ummældi so at siga hvørt einasta mentanartiltak, sum eg var til, tá var tað ógvuliga strævið. Eg helt uppat við at njóta tónleik. Eg kundi ikki fara til eina konsert uttan at analysera hana allan vegin ígjøgnum. Hetta merkti ikki, at eg ikki kundi ummæla positivt, tí eg dugdi framvegis væl at hoyra, um ein konsert var góð. Men bara at sláa meg leysan, njóta tað og ikki hugsa um, at onkur spældi skeivt ella sang falskt, tað dugdi eg ikki. Eg helt uppat við at njóta mentan eitt skifti. So tað kostar eitt sindur, um tú ummælir ov nógv.

Hvussu ummælir tú?
Um tað er ein konsert, so geri eg viðhvørt eitt sindur av fyrireikingararbeiði áðrenn og lurti eftir tónleikinum á fløgu. Tað er ikki altíð, tí onkuntíð fari eg bara til konsertina og taki hana, sum tað kemur. Taki konsertina fyri tað, hon er. Fyrr plagdi eg at hava blokk við og taka notatir, men nú havi eg mína smartphone til tað. Og út frá notatunum skrivi eg so ummælið, annaðhvørt beint aftaná ella dagin eftir. Tað er umráðandi, at tað framvegis er feskt í minninum, tí minnini kunnu broytast.
Við fløgum er tað heilt øðrvísi og munandi meiri analytiskt. Tað byrjar altíð við, at eg seti fløguna á og lurti eftir henni mest møguligt. Eg havi eina viku at ummæla í, og eg byrji altíð beinanvegin. Fyrstu dagarnar lurti eg bara nakrar ferðir um dagin. Men tá vikuskiftið so kemur, og eg skal ummæla hana mánadag, tá tráðspæli eg hana. Og synir mínir eru um at ganga av verðini, um tað er ein vánalig fløga, tí teir skulu hoyra upp á tað alt vikuskiftið. Tað endar so altíð við, at eg seti meg niður og lurti hana ígjøgnum við tekstunum frammanfyri mær. Tá skrivi eg so notatir út frá sangunum. Og tað síðsta, eg geri, er, at eg taki ein sang fyri og annan eftir, og skrivi notatir til tað. Út frá tí geri eg so nakrar samanumtøkur. Tá kann eisini vera, at eg brúki notatir, sum eg havi gjørt so líðandi í míni lurting.
Tað er ein long og drúgv tilgongd, so tað er gott, at Kringvarpið ikki rindar tímaløn, tí tað fara sera nógvir tímar til eitt ummæli.

Kanst tú standa inn fyri øll tíni ummæli?
Ja, tað haldi eg. Eg royni altíð at vera reellur og taka tingini í kontekstinum, sum tey eru í. At eg ummæli Árna & Marner fyri at vera Árna & Marner, og Tarira fyri at vera Tarira. Tað vil siga, at eg ummæli fólk út frá tí, tey royna at gera. Sjálvandi verður tað altíð nevnt, um tú spælir illa og tað ljóðar av hundanum til, men tað gevur sera lítla meining at seta somu krøv til eitt tekniskt og avbjóðandi verk sum til ein, sum syngur hilla-di-hey og sjómansvísur, tí tað er ikki tað sama. Tað snýr seg um, hvussu væl tú dugir at gera tað produktið, sum tú roynir at gera, og ikki hvussu væl mær dámar tað slagið av tónleiki. Tí kann eg standa inn fyri øll míni ummæli. Eg vil tó siga, at onkrar orðingar kundu verið sagdar penari viðhvørt, serliga tá eg havi verið í Útvarpinum. Reint diplomatiskt hevur okkurt orð ikki verið so heppið, men tað merkir ikki, at eg ikki kann standa inn fyri tað, tí tað passar, hóast tað kundi verið sagt penari.

Hvussu er at ummæla vinfólk?
Tað valdast hvørji vinfólkini eru. Eg slapp til dømis ikki undan at ummæla 200, hóast Niels (Arge Galan, blðm.) er ein av mínum góðu vinum, og eg eisini kenni hinar í bólkinum stak væl. Men eg veit, at eg ikki hevði fornermað Niels upp á nakran máta, um eg var negativur um tað, sum hann gjørdi. So tað valdast hvørji vinfólkini eru, men eg haldi ikki, at eg havi upplivað, at vinfólk eru blivin súr inn á meg fyri eitt ummæli. Men tað eru so treytirnar í Føroyum. Føroyski tónleikapallurin er so lítil, og vit eru øll nokk so væl, so tað ber ikki til at koma uttanum, at ein ummælari kennir onkran, sum hann ummælir.

Hvat eyðkennir eitt gott ummæli?
At tú ert sakligur og tekur tingini í tí kontekstinum, sum tey eru í. At tú sært tingini fyri tað, tey eru. Um eg skal finnast at øðrum føroyskum ummælarum, so haldi eg, at summir hava verið dekan ov smaksbeseraðir, og hava ringt við at taka tingini fyri tað, sum tey eru.

Hvat eyðkennir eitt ringt ummæli?
Tað er, tá tað verður ov nógv smaksdómarí. Og ein smaksdómari er eftir mínum tykki ein, sum letur seg dríva av síni persónligu meining í einum ummæli heldur enn at viðgera tað í kontekstinum, sum tað er í. Eg haldi ikki, at tær tørvar eitt hægri teoretiskt tónleikaforstáilsi fyri at ummæla. Jú, um tú skalt ummæla til eitt hægri tónleikateoretiskt blað, men um tú skrivar til vanlig fólk, so er tað nóg mikið, at tú ert reellur og veitst, hvat tú tosar um.

Hvat krevst fyri at ummæla?
At tú dugir at meta um góðskuna á tingum. At tú ikki ert bangin fyri at traðka fólk á tærnar. Og tað krevst ein førleiki at skilja millum gott og minni gott. Tú mást hava eina vitan um tónleik og tora at vera kontantur, tá tað er neyðugt, tí tú skalt ikki tekkjast fjøldini, bara fyri at tekkjast fjøldini. Eg ummældi einaferð Faroe5 og var ógvuliga positivur um tað. Men tað ummælið fekk eg nógvar ákoyringar fyri. Eg visti væl, at nøkur fólk fóru at halda, at tað var sera ókul, at eg helt, at Faroe5 var gott. Men tað slepst ikki uttan um, at Kári (Jacobsen, blðm.) ger fín poppløg og góðar tekstir. Hann hevði so fingið nakrar damur, sum dugdu rímiliga væl at syngja og sóu gott út, so produktið helt fyri tað, sum tað var. Tú mást taka tingini fyri tað, tey eru. Eg havi ummælt Dynamitt positivt, hóast mínir kappingarneytar hildu sama konsert vera skræpuvánaliga. Tú mást tora at kritisera og rósa, hóast tað hevur sín prís.

Eru keðiligar avleiðingar av at ummæla?
Eg havi fingið morðhóttanir, fólk sum siga seg vilja kvala meg. Tað mest ítøkiliga vóru eini boð umvegis skipanina í Útvarpinum, tá eg hevði 15 tær bestu. Men tað, sum ræddi meg mest, var eitt bræv, stemplað í Klaksvík, ið varð sent heim til mín. Ein heil A4 síða við teksti og hóttanum. Hetta var beint upp undir jól. Eg eri pápi at fýra dreingjum. Tað var ikki behagiligt at fáa slíkt.
Tá fólk skriva dulnevnt á netinum, so er tað sjálvandi óbehagiligt, men at fáa eitt bræv skrivað og sent heim, tað líkist svartasta ongum. Eg havi ongantíð dulnevnt spilt fólk út. Eg leggi mítt egna navn til og viðgeri øll ting reiðiliga. Fólk kunnu vera ósamd við mær, og friður verið við tí, tað mugu tey gjarna. Men at senda mær dulnevndar hóttarnir, tað hoyrir ongastaðni heima. Eg havi børn og má ansa eftir míni familju. Eg byrjaði at læsa hurðina eftir tað. Áðrenn stóð hurðin ólæst nátt sum dag, men tað ger hon ikki longur. Eg føli, at har eru fólk, sum eru heilt ólukksáliga óbehagilig. Fólk sum skriva og senda slíkt, tað eru persónar, sum hata meg inniliga. Ummælarayrkið hevur ongantíð verið vællønt, og eg havi í stóran mun arbeitt ólønt ella fingið lítla løn fyri tað. Men tá slíkt hendir, tá byrjar tú at hugsa, er hetta tað vert?
Eg skilji væl, at summi blíva kedd og onnur ill. Eg eri eisini blivin skeldaður og húðflongdur – andlit til andlit og fyri opnari mikrofon, bæði í Kringvarpinum og á Rás2. Fólk skulu hava loyvi til at vera kedd ella vónbrotin og kunnu eisini siga tað við meg. Tí fólk hava sterkar kenslur fyri tí, tey hava avrikað.
Men so leingi, tey gera tað betri næstu ferð, so er tað gott. Eg gangi ikki upp í hvør orsøkin er, so leingi tað bara verður betri. Eru avleiðingarnar av einum ummæli hjá mær, at fólk eru ill eina løtu og eg fái tað at vita, men fólk so gera tað betri næstu ferð, so er tað ein lítil prísur at rinda hjá bæði teimum og mær.
Hinvegin veit eg um góðar ummælarar í Føroyum, sum eru givnir, tí viðurskiftini eru so smá og ágangurin var so ógvusligur. Tað gongur ikki bara út yvir tann ummælaran, men út yvir alt føroyska tónleikalívið, tí vit hava ikki nógvar kompetentar ummælarar
Tá alt hetta er sagt, so má eg leggja aftrat, at eg hoyri so nógv positivt um míni ummæli, at tað er ordiliga deiligt.

Hvat er besta ummælið, tú hevur givið?
Eg havi ummælt so nógv og so leingi, at tað er sera trupult at siga. Eg havi verið til konsertir, sum hava verið gandakendar. Av útgávum eru tað »Hørpuspælarin« hjá Hanusi G., »Con Man« hjá Høgna Lisberg og »Nøkur fá fet aftrat« hjá Kára Sverrison og Bendum Spónum, sum renna mær fyrst í huga. Tað eru fløgur, sum eg róst ógvuliga nógv, og sum hava verið fantastiska góðar.

Hvat er ringasta?
Her er tað ógvuliga umráðandi at minnast til kontekstin. Hvat er tað, tónleikarin roynir at gera, og hvat kunnu vit vænta av honum. Men fløgan »Vit eiga vón« hjá Zamar er ein tann ringasta útgávan, eg havi ummælt. Fyri at siga sum er, so er hon gyselig. Tað var tónleikur úr USA, sum tey høvdu downloadað og sungið innyvir. Tað var ikki eingongd serliga væl sungið. Tað gav onga meining at geva tað út. Men eg eri glaður fyri, at tey hava tikið ummæli til sín og hava gjørt eina fløgu, har tey sjálvi spæla tónleik. Tað er super, tá fólk taka kritikk til sín. Og har føli eg sum ummælari, at eg kann gera mun.
»Blue Buzz« hjá Una Debess má eg eisini nevna. Eg havi ummælt nógvar útgávur, sum eru nógv verri enn hon, men við hesi útgávuni kundu vit rokna við so nógvum øðrum. Hann hevur bara tikið øll tey skeivu valini á hesi fløguni. Útgávan í sjálvum sær er ikki so ring, og tað eru ivaleyst fleiri útgávur komnar í ár, sum eru verri enn »Blue Buzz«, men hon skuffar meg, tí Uni Debess er so royndur og so dugnaligur, at hann eigur at levera okkurt, sum er á hægri støði enn hatta.

Hvat heldur tú um tey, sum seta spurnartekin við tína bakgrund og trúvirði sum ummælari?
Tað mugu tey um, og tað havi eg ikki stórar trupulleikar við. Eg trúgvi upp á mína bakgrund og mínar kompetansur. Eg fái rós frá nógvum kvalifiseraðum fólkum. Til dømis setti Eyðun Nolsøe fyri nøkrum árum síðani spurnartekin við mínar førleikar, men fyri tveimum vikum síðani skrivaði hann til mín og rósti mær fyri míni ummæli. Eg haldi, at tað kanska er tí, at fólk eru ósamd við mær í nøkrum tingum, men so gera tey tað til nakað generelt og fara eftir boðberanum heldur enn at fara eftir boðskapinum. List snýr seg um kenslur, tað rørir okkum og fólk eru eisini vælkomin at seta spurnartekin við meg, men eg eri ikki í iva um mínar kompetansur. Annars hevði eg ikki ummælt. Eg eri ikki eitt tónlistarligt flogvit upp á nakran máta, men eg dugi forbiðið væl at hoyra, hvat er gott og ringt.

Hvussu leingi fert tú at ummæla?
Eg havi ongantíð mist hugin at ummæla. Eg havi havt brúk fyri pausum, tí eg helt, at eg misti hugin at lurta eftir tónleiki av at ummæla so nógv, men eg byrjaði aftur beinanvegin. Eg haldi, at eg hevði ein steðg í eitt hálvt ár. So eg fari at ummæla so leingi, sum eg tími.

Mangla ummælarar í Føroyum?
Ja, tað ger tað. Tað mangla ummælarar á øllum frontum í Føroyum. Vit hava havt nakrar programmleiðarar í Kringvarpinum, sum hava verið mentanarfíggindar og mentanin fekk tá lítið og einki pláss. Serliga undir fráfarna stjóranum var heilt galið. Har var eitt skifti, har Kringvarpið einans hevði eina mentanarsending um vikuna í ein tíma. Men mentan eigur at vera eitt av høvuðsøkjunum hjá Kringvarpinum. Tað er eisini vorðið munandi betri nú. Súni Merkisstein hevur havt ummæli av list av ymsum slagi í sínum sendingum. Tað, sum hann ger fyri føroyska mentan, tað kunnu vit ikki virðismeta nóg mikið. Eg eri somuleiðis glaður fyri, at Eyðfinn Jensen tók stig til, at ummæli aftur blivu partur av Kringvarpinum. Har eru nakrar eldsálir, sum hava gjørt eina rúgvu fyri at fáa ummælaravirksemið í Føroyum at vaksa, millum annað Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen við Listinblog.
Okkara land hevur eitt so fantastiska stórt mentanartilfeingi. Tað er eisini har, vit hava størst møguleikar at fáa fíggjarligan vinning burturúr. Tí haldi eg, at tað er ein alvorliga stór samfelagsuppgáva at hava kvalifiserað ummæli. Vit, sum ummæla, eru við at menna okkara nýggja ættarlið av listafólkum at gera Føroyar til eitt týðandi mentanarland. At almennir og privatir miðlar ikki hava raðfest tað hægri, er skeivt, tí fjølmiðlarnir hava ábyrgd. Ummæli eru ógvuliga umráðandi, og tí havi eg eisini offrað eitt sindur av míni tíð upp á tað. Kanska er tað mín máti at gera heimin eitt sindur betri.

Myndatekstur:
Hvønn mánadag ummælir Niels Uni Dam tónleik í útvarpssendingini Brunsj hjá Eyðfinni Jensen í Kringvarpi Føroya. Mánadagin var tað plátan »On High« hjá Knúti Háberg Eysturstein, sum varð ummæld. Hon fekk fýra stórar stjørnur av seks møguligum
Mynd: Álvur Haraldsen

Um Niels Una Dam
Niels Uni Dam er føddur 1. mars 1973, og hevur synirnar Magnus, Mikal, Marius og Tummas Árna. Hann er útbúgvin cand.comm í samskifti og heimspeki frá Roskilde Universitet. Niels Uni er rappari í tónleikabólkinum MC Hár, og hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Harumframt hevur hann starvast í eitt nú Kringvarpi Føroya, Miðlahúsinum, Tórshavnar kommunu og á Sendistovuni. Hann er í dag sjálvstøðugur vinnurekandi.