- Mær dámar væl bøkur, men mín veikara síða er kanska skrivstovuparturin. Vit fara sjálvsagt at seta okkara fingramerki á handlin.
Tað sigur Beinta Á. Gregersen, sum saman við Maritu Samson Sigurdardóttir og íleggjara hava keypt Alfa Bókhandil í Nólsoyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík. Tað eru eisini tær báðar, sum reka handilin, har onnur arbeiðir fyrrapart - og hin seinnapart.
Tær eru báðar virknar kvinnur og hava eisini aðrar uppgávur at takast við, tá tær ikki eru í handlinum. Men, Alfa Bókhandil er nógv meira enn bara ein bókhandil, tó at mong, sum ikki hava verið á gátt her, kundu væntað, at hetta er ein handil, sum er fullur í bókum.
- Sjálvandi fylla bøkurnar nógv, men vit hava eisini alt til skúla-og skrivstovubrúks, undantikið skrivstovumøblar, sum ikki eru partur av okkara vøruúrvali. Her fæst alt tað vanliga, sum tú hevur brúk fyri á einari skrivstovu, eitt nú pappír, brævbjálvar, ringbind, mappur, blokkar, heftimaskunur, klips, blíantar, pennar og mangt annað, sigur Beinta Á. Gregersen.
Eitt annað, sum eisini fyllir rímiliga nógv í Alfa Bókhandli í Klaksvík, men sum fólk aðrastaðni ikki vita nakað serligt um, er leikur.
- Vit kunnu ikki samanberast við ein BR-handil, men vit hava eitt rímiliga gott úrval av leikum. Síðan vit keyptu handilin, er ymiskt nýtt komið við í konseptið, og vit fara eisini at taka ymiskt forvitnisligt heim úr útlandinum, sum tíðin gongur.
Sjálvandi stendur bókaparturin rættiliga sterkur í handlinum, og hetta fer ikki minst at merkjast, nú jólini nærkast, og tað altíð er spennandi at fáa eina góða bók í jólagávu. Men, nýggju eigararnir ætla eisini at styrkja bókapartin, so hann fer at standa enn sterkari.
Beinta Á. Gregersen heldur, at uppgávan at reka Alfa Bókhandil er sera spennandi, og hon er eisini avbjóðandi. - Einki stendur í stað, og tað eigur bókhandilin heldur ikki at gera. Tí kann roknast við onkrum dagføringum, sum tíðin gongur. Mær dámar væl bøkur, men mín veikara síða er kanska skrivstovuparturin. Vit fara sjálvsagt at seta okkara fingramerki á handlin, sigur hon.
##med2##