Belgia-Føroyar 24-17 (10-12):

Føroyska manslandsliðið í hondbólti var fyri greiðum tapi í seinasta dystinum, tó at tað leingi var líkt til, at talan enn einaferð skuldi gerast um spennandi dyst

Hondbóltur

Føroyska manslandsliðið í hondbólti leikti sín seinasta dyst í EM-undankappingini, tá teir leygarkvøldið vóru í Belgia. Sum kunnugt endaði heimadysturin móti Belgia við javnleiki, og tí var væntandi, at Føroyar aftur hesa ferð kundu gera ein vørr.
Størsti trupulleikin hjá okkara monnum undan dystinum var helst, at breiddin í bakspælarunum var um at gerast dekan ov lítil, og eftir dystin kann helst eisini staðfestast, at tað fyrst og fremst var væntandi breiddin, sum kostaði.
Allan fyrra hálvleik og partvíst í seinna hálvleiki var tað nevnliga so, at føroyska liðið var væl við. Eitt skifti vóru okkara menn eisini frammanfyri, men so gekk brádliga heilt galið. Orkan á føroysku leikarunum gekk undan, og ístaðin gjørdist talan um ein tryggan belgiskan sigur, soleiðis at Føroyar endaðu á niðasta plássinum í bólkinum.
Føroyskur toppskjútti hesa ferð varð Sveinur Justinussen, sum annars var ivasamur undan fráferðini, tí hann hevði ligið sjúkur í vikuna. Honum á baki komu Heini Joensen og Bárður Brimvík við trimum málum hvør. Martin Hummeland og Høgni Klein skutu báðir tvey mál, meðan Ingi Olsen, Áki G. Olsen og Mortan Hansen skutu eitt mál hvør.