Bendt Jensen 80 ár

Føðingardagsheilsan

 

Leygardagin 10. Mars fyllir Bendt Jensen, fyrrverandi yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, 80 ár.

Bendt Jensen var yvirlækni á Medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum frá 1960 til 1973. Bendt er føddur og uppvaksin í Odense og kom til Føroya at virka sum lækni á fyrsta sinni í 1959. Frammanundan hevði hann arbeitt á ymsum sjúkrahúsum í Danmark og Norðursvøríki.

Bendt Jensen var fyrsti yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ið varð settur aftrat Paula Dahl, og hann átti eisini sín part í, at tað nýggja Landssjúkrahúsið stóð liðugt í 1967. Bendt Jensen bar orð fyri at vera ein sera dugnaligur og nærlagdur lækni, og tiltikin barngóður. Hann mundi eisini vera ein tann fyrsti danskari, ið gjørdist limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, nakað sum kanska ikki var so vanligt tá á døgum.

Í teirri lítlu Havnini, sum tá varð, gjørdust læknahjúnini Uppi undir Varða ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í Roskilde, og eftir at Bendt fór frá við eftirløn hava tey búð á Frederiksberg

Dyrnar á Frederiksberg standa framvegis opnar fyri føroyingum. Læknahjúnini hava minni enn so slept sambandið við Føroyar, tey eru framvegis at rokna sum havnarfólk, og mangur føroyingur í danmarkarørindum hevur sitið væl inni hjá teimum

Hjúnini lesa regluliga føroysk bløð og fylgja væl við í tí, sum fyriferst í Føroyum. Tey minnast væl og duga sera væl at siga frá Havnini í sekstiárunum. Eingin fer svangur av teirra durum. Heimføðingar høvdu kallað hetta føroyskt gestablídni, tá ið tað er best.

Hóast danskur tjóðveldismaður í sekstiárunum úttalar Bendt Jensen seg at kalla einki um tey spentu politisku viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark í dag. Men hann hevur ið hvussu er eitt í felag við føroysk fullveldisfólk: hann orkar ikki fyri Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra.

Bendt Jensen er væl kendur í læknaverðini fyri sínar medisinsku ritgerðir.

80-áradagin heldur Bendt Jensen heima við hús. Adressan er:

Godthåbsvej 95, st. t. h.

Dk-2000

Frederiksberg

Tlf. 038-86 97 32


Heri Eysturlíð