Spanski venjarin Rafael Benitez hevur nú longt sáttmálan, sum hann hevur við enska stórfelagið Liverpool. Benitez hevur verið upp á tal sum venjari hjá Real Madrid, men hesin slatur er tagnaður, eftir at Benitez og Liverpool hava longt sáttmála teirra millum fram til 2010. Samráðingarnar hava drigið út, men nú er alt komið upp á pláss, og Benitez heldur fram í Liverpool. 46 ára gamli Benitez hevur havt góð úrslit í Liverpool, og sigurin í Champions League kappingini í fjør er hæddarpunktið hjá honum higartil.