Í VIP rúminum á G! festivalinum var ein samkoma í dag, har fólk frá tónleikaraheiminum bæði heima og úti møttust. Samstundis var ein virðisløn latin Væl á veg virðisløn - til ein einstakan tónleikara, sum hevði framúrskarað seg og hevði dygdir til at náa útlendskum tindum. Vinnarin varð Benjamin Petersen úr Gøtu.
Tiltakið byrjaði við, at umboð fyri Iceland Airwaves, ið er ein stórur íslendskur festivalur, segði nøkur orð um tiltakið og vinnaran av virðislønini.
- Eg eri heilt imponeraður av øllum tónleikinum og tónleikarunum, sum eg havi hoyrt her í Føroyum. Tit hava eina heilt ótrúliga stóra rúgvu av talentum innan tónleik. Eg helt, at vit høvdu nógv talent heima í Íslandi, men Føroyar hevur veruliga tikið meg á bóli.
- Men tað er ein, sum vit serliga vilja heiðra. Hetta er ein tónleikari, sum er allastaðni. Fyrst spælir hann her, so spælir hann har, og man kann ikki lurta eftir einum føroyskum sangi uttan at hoyra Benjamin. Við at heiðra Benjamin heiðra vit øllum føroyskum bólkum, segði umboðið fyri Iceland Airwaves skemtandi.
Tað er Atlantic Airways, sum letur virðislønina, og umboð fyri Iceland Airwaves, sum velur föroyska bólkin.
Benjamin skal luttaka á Iceland Airwaves í heyst.