Benjamin Rajani útgevur staklag til pisurnar

Í hesum døgum eru fleiri ung, ið fáa húgvuna aftaná at hava lokið miðnám.

 

Benjamin Rajani hevur júst útgivin eit staklag, sum er ognað nýklæktu pisunum.

 

"Eg fekk húgvuna í dag,

 

og tey gomlu vóru glað.

 

Ein pusliprikkur aftrat,

 

men eg mangli enn eitt skap."

 


Soleiðis byrjar nýggi sangurin, sum er staklag nummar tvey frá komandi plátuútgávu "Onkustaðni er ein viðarlund".

 

Sangurin kann hoyrast her:

https://bfan.link/i-20-unum