Benjamin stjórnar Ólavsøkukórinum í ár

- Hjá mongum - sangarum og áhoyrarum - er kórsangurin á Tinghúsvøllinum eitt hæddarpunkt í tjóðarhátíðini. Uttan slit hava kórsangarar í sløk 90 ár sungið á ólavsøku, tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni. Allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í kórinum, sum fer at syngja eina blandaða sangskrá av nýggjum og gomlum, siðbundnum og modernaðum kórtónleiki.

 

Hetta skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag. Tey siga somuleiðis, at 8. juli klokkan 15 fer Ólavsøkukórið at hava sína fyrstu venjing í Læraraskúlahøllini í Havn.

 

- Kórleiðari í ár er Benjamin Gaasedal. Hann hevur verið sera virkin innan tónleik, serliga kórtónleik fyrst sum sangari og nú fleiri ár sum kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri og kvinnukórinum Flóð í Havn. Hetta er fyrstu ferð at Benjamin stjórnar Ólavsøkukórinum. Tað er Kórsamband Føroya, sum skipar fyri kórsanginum á Ólavsøku og seinastu árini hava omanfyri 200 sangarar sungið í kórinum, skriva fyrireikararnir. 

 

 

Kórið venur í Læraraskúlahøllini hesar dagar:

 

Sunnud. 8.7 kl 15-18
Mikud. 11.7 kl 18-21
Sunnud. 15.7 kl 18-21
Mikud. 18.7 kl 18-21
Sunnu 22.7 kl 13-16
Hósd 26.7 kl 18-21