Hann vann Gekkamilliónirnar í fyrstu roynd farna fríggjakvøld, og fór sostatt avstað við methøga gekkinum á 3.4 milliónir krónur. Hjarta hoppar øvugtan veg segði vinnarin glaður í Gekkinum og segði seg vera heilt málleysan.
Við Kringvarpið leygardagin segði Benny Nielsen, at tað kendist framvegis óveruligt, tí hann hevði ikki fingið pengarnar. Men nú hevur hann fingið pengarnar á bók. Um middagsleitið í dag vitjaði Benny Nielsen aftur í Kringvarpinum, har hann fekk handað gekkin frá Kára Sólstein, virkandi stjóra í Kringvarpinum.
Og við in.fo sigur Kári Sólstein, at Benny Nielsen hevur fingið pengarnar á konto. Hesa myndina eigur Kringvarpið