LANDSLIÐSVENJARIN
Týskvøldið visti Dagur og vika fyrst at siga, at Benny Johansen var settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari. Sjónvarpið segði seg hava tíðindini frá venjaranum sjálvum, og hann gleddi seg at koma til Føroya longu í dag. Seinni í sendingini hevði Dagur og vika samband við Dánial Andreasen, FSF formann, sum ikki segði seg kenna til, at Benny Johansen hevði fingið boð um, at hann var settur í starv hjá Fótbóltssambandinum.
Einki var at siga til, at fótbóltsáhugaðu føroyingarnir undraðust, og at tað millum fólk kendist sum um støðan í FSF var turbolent. Men FSF bossurin Dánial Andreasen var púra avkláraður, tá vit fingu orðið á hann týskvøldið:
? Eg havi í kvøld tosað við Benny Johansen. Tað var mín lutur at ringja til hansara og boða honum frá avgerðini, sum var tikin á nevndarfundinum í FSF. Benny Johansen var spentur uppá at fara undir nýggju uppgávuna, men hann var greiður yvir, at eingin sáttmáli var undirskrivaður. Sjálvandi harmaðist hann um, at samstarvið nú ikki bleiv til nakað, men hann segði seg skilja støðuna hjá okkum.
Hví hevur hann so í Degi og viku sagt, at hann longu hósdagin skuldi til Føroyar?
? Eg segði honum, at føroyska sjónvarpið týskvøldið hevði endurgivið hann fyri at hava sagt millum annað, at hann fór til Føroya hósdagin, og at hann nú skuldi læra føroyingar orduliga at spæla fótbólt. Benny Johansen skilti einki av hesum. Hann segði seg ongantíð hava tosað við Sjónvarp Føroya. Frágreiðingina um hasa sjónvarpssøguna mugu tit fáa onkra aðra staðni enn frá Fótbóltssambandinum, var viðmerkingin hjá Dániali Andreasen týskvøldið.