Bensin á bálið hjá Pál

Á móttøku í Vági fríggjadagin í síðstu viku, handaði Føroya Shell ein kekk til svimjaran Pál Joensen. Umframt umboð fyri Susvim og familjuna hjá Páli, vóru øll sølufólkini, og øll starvsfólkini hjá Shell í Suðuroy. Eftir ein góðan bita, handaði marknaðarleiðarin hjá Shell, Niclas Heri Jákupsson, Páli ein kekk áljóðandi 25.000 kr.

Pál og umboð fyri Susvim takkaðu eisini fyri stuðulin, sum tey søgdu, skal brúkast til at menna Pál uttanlands