Bensinið roynist best

- Eg fari ongantíð at keypa ein el-bil so leingi, hann ikki er tað, hann er lýstur at vera.

Er tín bilur bensin, diesel, el ella annað? 

- Øll míni akfør eru bensin. Eg meti, at bensin roynist best, tá alt kemur til alt. Tá hugsi eg eisini um viðlíkahald av akfari og prísir á billutum.

Tað sigur Poul Fannar Mittelstein, sum býr í Skopun og er bilmekanikari.

Hvørjar royndir hevur tú av bilinum? 

- Eg havi bara góðar royndir, tí eg velji at keypa bilar, sum eg veit eru driftsikrir – bilar, sum fáa meg frá A til B og sum starta hvørjaferð.

Hugsar tú um el-bil til næsta keyp? 

- Avgjørt ikki. Tað størsta battaríið, eg keypi, situr í telefonini, sum eg brúki beint nú. Skal tað ganga vilt – ja, so er tað battaríið í einari skrúvumaskinu. 

Poul Fannar sigur, at hansara val er ikki at stuðla propaganda, sum hann tekur til.

- Tískil fari eg ongantíð at keypa ein el-bil so leingi, hann ikki er tað, hann er lýstur sum, nevniliga sum grønur. 

At enda sigur Poul Fannar Mittelstein, at konseptið við el-bilum er fínt, men hann heldur, at ein el-bilur skal gera meira enn at fylla lummarnar hjá nøkrum fáum, sum hann tekur til.

(Í seinasta VikuskiftisSosiali høvdu vit serblað um bilar)