Bent á Lava

Í gjár, hósdagin 14.07.12, fylti Bent á Lava 60 ár. Bent vaks upp í Jónas Broncksgøtu í Havn. Foreldrini vóru Ják­up Tauser á Lava og Elisa­beth á Lava. Bent misti bæði for­eldrini, fyrst mammuna og síðani pápan, í heilt ungum árum. Eftir at mamman doyði bleiv pápin giftur við Minnu, sum Bent vaks upp hjá, eftir at pápin doyði. Bent er yngstur av fimm beiggjum har tríggir eru eftir á lívi.
Í 1970 fór Bent at arbeiða hjá Balslev, sum tá var niðri á keiini. Í 1993 bleiv hann stjóri, og røkir hann hetta starvið enn. Bent gongur høgt upp í sítt arbeiði og hevur øll hesi árini veitt Balsev eina holla og trúgva tænastu.
1974 giftist Bent við Gunn­­vør, sum er ættað úr Øravík. Saman eiga tey sonin, Jákup á Lava, sum býr og arbeiðir niðri í Dan­mark, og dóttrina, Alma á Lava, sum er lesandi her heima í Føroyum. Bent hev­ur ein abbason, sum bleiv føddur í 2006. Hann eitur Villiam.
Tá ið børnini vóru smá, var Bent nógv við familj­uni uttanlands og ferðaðist. Tað var bæði sommerland, hús­vognar og smáttur, sum settu dám á summarið í útlondum. Bent gekk altíð undan, so­leið­is at tað var trygt hjá børn­unum at kasta seg út í avbjóðingarnar.
Bent er ein virkin mað­ur. Umframt arbeiði sítt og familju sína hevur hann fleiri frítíðarítriv. Mill­um annað spælir hann bad­min­ton um vetrarnar. Ein ítrótta­grein, sum hann hevur íðkað, síðani hann var ungur, har hann bæði hevur vunnið heiðursmerkir og føroyameistaraheitir.
Um summarið er Bent næstan hvørja fríløtu úti í frísku luftini, har frið­urin valdar. Honum dám­ar væl at fara út á fjørð­in við bátinum, og er fong­urin mangan kom­in væl við hjá børnunum og abba­soninum. Hevur hann frí og er heima, er hann ofta at síggja úti í væl røkta havanum, har hann altíð er í holtur við onkra nýggja verkætlan.
Fótbóltsfelagið B36 stend­­ur hjarta Bents nær. Nærum hvønn sunnudag hev­ur hann stuðlað besta lið­num hjá B36, bæði tá ið tað hevur gingið væl og illa.
So, at enda vilja vit ynskja tær til lukku við deg­num og takka tær, babba, fyri alt, tú hevur verið og ert fyri okkum. Bæði tær góðu og sváru løturnar, ið vit møta á lívsins leið. Tú hevur verið við til at ment okkum til tey menniskju, vit eru í dag. Takk fyri.

Vinarliga
---
Jákup og Alma við familju