VW-konsernin arbeiðir í løtuni við einum "minni" Bentley Continental at kappast við teir stóru Mercedes-Benz og BMW.
Hóast talan ikki er um nakran lítlan bil, hann er 5,20 metrar langur og vigar 2,5 tons, er hann kanska lítil í mun til Rolls-Royce Phantom.
Bilurin fær t.d luftfjaðraskipan, og verður drivin av øllum fýra hjólunum. Størsti motorurin verður ein W12 við tveimum turboløðarum og 560 hk.
Ætlanir eru frammi um at flyta partar av Bentley framleiðsluni frá Crewe í Onglandi til eina VW-verksmiðju Dresden í Týsklandi, har t.d. Bentley Continental GT-Coupé skal framleiðast saman við VW Phaeton.