Vinna
Heilt síðan við endan av seinasta ári, tá felagið, sum eigur fiskavirkið á Kósini, fór í gjaldssteðg, hevur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sagt, at arbeitt verður við eini loysn at endurskipa stóra og týdningarmikla arbeiðsplássið í Klaksvík.
Stjórin hevur lagt dent á, at tað ikki er avgerandi, hvør endurreisarin verður, men í fyrst og fremst, at hetta verður gjørt, so fólk aftur kunnu sleppa til arbeiðis á Kósini.
- Vinna vit ikki á mál, mugu onnur taka um endan, hevur hann sagt í samrøðu við Sosialin.
Gjaldssteðgur longdur
Tó at tíðin er drigin út, og at almenningurin ikki er kunnugur við nakra ítøkiliga endurreisingarætlan, góðtók Skiftirætturin í gjár at leingja gjaldssteðgin í tríggjar mánaðir aftrat.
Hetta var eftir áheitan frá Christiani Andreassen, advokati, sum hevur eftirlitið um hendi.
At gjaldssteðgurin er longur, merkir so eisini, at vónin um at endurreisa fiskavirkið á Kósini ikki er slept.
Í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, var advokaturin varin og tordi ikki at geva sítt boð uppá, um tað fer at eydnast at fáa íleggjarar til endurreisn av virkseminum.
Kortini segði hann seg vænta, at ein avkláring um hesi viðurskifti fer at fyriliggja um stutta tíð – og helst í góðari tíð áðrenn hesir tríggir mánaðirnir eru umlidnir.
Stórt tap
Stjórin í Maru Seafood hevur í hesi vikuni sagt í fjølmiðlunum, at tað hevur gingið striltið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pening í virksemið.
Sum ein av møguligum íleggjarunum hevur Føroyagrunnurin verið uppá tal, men tá Kósin fór í gjaldssteðg, skiltist, at grunnurin ikki var serliga áhugaður í at gera íløgur í fiskavirkisvinnuna í løtuni.
Líkt er tó til, at grunnurin ikki er so avgjørdur longur um ikki at verða við í eini møguligari endurreisn av Kósini.
Tað var danska stjórnin, sum í sínari tíð stovnaði Føroyagrunnin fyri at bjarga stórfyritøkuni J.F. Kjølbro.
Jóhan Páll Joensen ásannaði í fjølmiðlunum í vikuni, at ein stórur partur av tíðini, síðan felagið fór í gjaldssteðg, er farin til at greiða viðurskiftini millum Føroya Banka og Norðoya Sparikassa. Hetta endaði við, at peningastovnurin í Klaksvík tók seg heilt burtur úr Kósini, samstundis sum hann staðfesti sítt størsta tap nakrantíð, 15 miljónir krónur.
Hin stóri kreditorurin er Føroya Banki.
Glottar at hóma
Í fjør heyst kravdi Føroya Banki teir seks partrolararnar, sum vóru undir hattinum hjá Maru Seafood, seldar á tvingsilssølu.
Tvey av skipunum endaðu í Suðuroy, Navarin og Borgarin, meðan tey fýra, ið eftir vóru, Nónhamar, Fjalshamar, Safir og Smaragd, seinni eru keyptir aftur til Klaksvíkar.
Hetta gevur vónir um, at ráfiskagrundarlagið undir Kósini kann tryggjast, tí umframt ísfiskatrolararnar eigur Klaksvíkin nógv línuskip og nógvar útróðrarbátar.
Eingin selir sína veiði aðrastaðni enn, har mest fæst fyri fiskin, men nú vit hava Fiskamarknað Føroya, er hesin eitt gott barometur fyri, hvar prísstøðið á ymisku fiskasløgunum liggur.
Kósin er eitt av teimum størstu fiskavirkjunum í landinum, og seinnu árini hava ráfiskanøgdirnar, sum virkið hevur keypt og virkað, ligið millum eini 10.000 og 11.000 tons.