Ber til at fylgja HM í hondbólti á netinum

Íslendska Morgunblaðið skrivar, at nú liggur ræðið fyri hjá øllum hondbóltsfjepparum at fylgja HM-endaspælinum í hondbólti, sum verður á skránni í Svøríki, dagarnar 14. til 30. januar.

 

Fyri 30 evrur - góðar 224 danskar krónur - ber til at síggja alt HM-endaspælið beinleiðis á slóðini www.livehandball.tv.

 

Tað ber eisini til at gjalda fyri ein einkultan dag. Tað fer tó at kosta 10 evrur, so tað er vert hjá føroyskum hondbóltsfjepparum o.ø. at umhugsa heildarloysnina fyri alt HM-endaspælið.

 

Sambært skránni hjá Krinvarp Føroya, so verður eingin HM-hondbóltur á breddanum hjá teimum hetta vikuskiftið. Danska TV2 fer at vísa dystirnar hjá Danmark, og annars fylgja gongdini í HM-endaspælinum.