Venjarin hjá enska felagnum Tottenham heldur, bulgarski spælarin hjá liðnum, Dimitar Berbatov, er verdur einar 300 ella 400 milliónir krónur. Berbatov kom til Tottenham síðsta summar, og tá gav Tottenham 117 milliónir krónur fyri spælaran. Berbatov hevur tó víst stórspæl í síni tíð í Tottenham, og Martin Jol heldur, at Berbatov mest av øllum líkist hollendska stórspælaranum Johan Cruyff. Berbatov hevur meira enn trý ár eftir av sínum sáttmála við Tottenham.
LesarabrøvLesarabrøv