Eins og undanfarna Grand prix kapping, varð HT-Open telvað frá hósdegi til sunnudag. Fimm umfør vórðu telvað, har umhugsingartíðin var 90 minuttir til hvønn, og hvør telvarin fekk 30 sekundir løgd afturat hvørjum leiki.
Olaf úr bergi brotin
Olaf Berg luttók ikki í trimum teimum fyrstu kappingunum, og tí var krav hjá honum at luttaka í øllum teimum seks írestandi kappingunum, um hann skuldi gera seg galdandi. Hetta hevur eydnast honum sera væl, tí eftir bert fýra kappingar, hevur hann nú lagt seg á annað pláss í samlaðu støðuni.
Sannførandi sigur
Olaf vann HT-Open við 4½ stigum av 5 møguligum, sum gevur honum 7 GP stig. Herluf Hansen og Ólavur Simonsen endaðu javnir á øðrum plássi við 4 stigum, sum gav 4½ GP stig. Við hesum fekk Olaf tikið seg 2½ stig nærri fyrsta plássinum, meðan hann eisini fekk lagt Torkil Nielsen aftur um seg. Torkil snávaði eitt sindur, og endaði á einum fjórða plássi saman við átta øðrum telvarum, og tí gjørdist úrtøka hansara bert 0,8 GP stig.
Av tí at kappingin bert hevði fimm umfør hendi tað, at fleiri av teimum ovastu ikki møttust. Haraftur í móti møtti Olaf øllum teimum ovastu, og tí má sigast, at sigur hansara var sera sannførandi.
Spenningurin økist
Spenningurin í samlaðu kappingini bert økist, sum fleiri kappingar verða telvaðar. Alt bendir á, at ongin avgerð verður fyrr enn í finaluni, nú tríggir telvarar liggja væl fyri til eitt fyrsta pláss. Eitt annað pláss til Olaf í næstu kapping gevur honum 6 GP stig, sum er nokk at taka fyrsta plássið. Hinvegin, um tað skuldi staðið illa til hjá Olafi og Ólavi, er eitt annað pláss til Torkil eisini nóg mikið til at taka fyrsta plássið.
Komandi kapping í Vestmanna
Áttanda og seinasta Grand Prix kappingin áðrenn finaluna verður eisini skipað sum ein vikuskiftiskapping og verður telvað 6. – 9. mars í Vestmanna. Telvað verða fimm langtalv, og kappingin verður ratað.