Bergur Midjord hjá B36 hevur brotið fótin og skal halda frí frá fótbólti í upp til 6 vikur. Sum vit greiddu frá í síðstu viku, var tað undir einum venjingardysti á USA-ferðini hjá landsliðnum, at Bergur var ógvusliga takklaður. Eftir at hann kom heim, vóru kanningar gjørdar av fótinum, og illgrunin um brot í fótinum var váttaður. Nú noyðist álopssinnaði miðvallarspælarin halda at frí í eina tið, og hann verður tí ikki tøkur hjá B36 í teimum fyrstu steypa- og landskappingardystunum.