Bergur í Garði

f. 10. juli 1956 d. 26. mai 2012

Hvítusunnuaftan í fjør fingu starvsfelagir tínir í Mentamálaráðnum boðini um, at tú vart farin. ”Okkara kæri starvsfelagi doyði í morgun,” soleiðis stóð m.a. í ’hvitusunnufjarritinum’ frá aðalstjóranum til okkum øll.
Vit vistu, at tú vart illa sjúkur. Tú hevði sjálvur greitt okkum frá tí, og tú hevði eisini greitt almenninginum frá støðuni í eini blaðsamrøðu. Men hóast allan henda opinleikan um sjúkuna, valdu vit øll at liva í vónini um, at tú skuldi fáa hjálp og gerast raskur aftur. Vit høvdu brúk fyri tær, tínum gløgga viti, tínari arbeiðsorku, vit høvdu brúk fyri tínari hóvligu medferð. Soleiðis skuldi ikki gangast. Boðini komu ikki heilt óvæntað á okkum.
Bergur var føddur á Strondum í 1956, elstur av børnunum hjá Onnu og Edmundi í Garði. Eftir at hava tikið HF-prógv í 1976 arbeiddi hann tvey ár sum vikarur, og fór síðan til Keypmannahavnar at lesa, haðani hann tók prógv sum cand. polit. í 1984. Komin aftur til Føroya starvaðist hann fyrst í Føroya Banka árini 1985-1997, og síðan sum stjóri á Postverki Føroya frá 1998-2006. Síðan 2006 og til hann andaðist, starvaðist Bergur sum fulltrúi í Mentamálaráðnum, og tað var her, vit báðir komu at kennast – aftur.
Kennast aftur, skrivi eg, tí sum smádreingir seinast í fimti árunum og fyrst í seksti árunum, høvdu okkara vegir krossast nakrar ferðir. Tað var vinarlagið millum foreldur okkara, sum var orsøkin til hetta. Tey vóru av sonnum vinfólk. – At eg kom at kenna hesi fólkini á Strondum, hekk eisini saman við tí, at eg sum smádrongur av og á skuldi ferðast heilt úr Vági til Fuglafjarðar at fáa tikið mát av mínum vinstra fóti hjá tí ortopediska skómakaranum, ið har búði. Hetta var altíð ein long og drúgv leið, og eg minnist, hvussu gott tað var at fara ’upp at anda’ ella at steðga á og viðhvørt eisini at gista á Strondum hjá hesum fittu og blíðu vinfólkunum, foreldur míni høvdu har.
So gingu øll árini, og vit báðir fóru hvør sína leið.
Alt í einum lagaði lagnan tað tó soleiðis, at Bergur og eg, frá 2007, komu at starvast á sama arbeiðsplássi, í Mentamálaráðnum.
Hetta tíðarskeiðið var Bergur sjúkur stórt sæð alla tíðina, men sjúkuna bar hann væl. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu strevið hetta hevur verið, men tú hoyrdi hann ongantíð kæra sína neyð. Tað tóktist sum, hann allatíðina sá møguleikar í staðin fyri trupulleikar, hansara stilla og hóvliga medferð – heilt til tað síðsta - eyðkendi hann og hansara samskifti við onnur. Ein ómetaliga góður samstarvsfelagi, sum tók tøk fyri onnur, tá ið hetta var neyðugt, hóast hann sjálvur hevði nóg mikið at hugsa um. Hann kundi støkka inn á gólvið hjá tær og spyrja eftir einum máli, hann ikki hevði hoyrt um í langa tíð: Hvussu gongur við Føroya Banka-listini? spurdi hann. Tit hava stýr á tí, ha? Hendi einki við málinum ella hendi ov lítið, spurdi hann aftur men hann spurdi altíð upp á sín sermerkta, positiva og hóvliga hátt við einum lítlum álvarsligum brosi í eygnakrókunum, hvør skal siga: Fá hatta nú avgreitt.
Bergi dámdi væl at taka lut í felags starvsfólkatiltøkum. Fáar mánaðir áðrenn hann andaðist, sat hann við klaverið í MMR til jólahaldið og spældi ’Føgur er foldin’. Løtan var sterk, og hevði stóra ávirkan á okkum øll.
Minniligar eru eisini tær árligu útferðirnar, vit gjørdu saman á arbeiðsplássinum. Honum hevði altíð dámt at gingið í fjøllunum, og hann elskaði hesar summartúrarnar. Tað eina árið fóru vit úr Æðuvík gangandi út á Eystnes - hesin stóri og prúði maðurin í bestu árum orkaði ikki at ganga teinin, og tá vistu vit, at her ruggaði ikki heilt rætt. Uttan hóvasták setti hann seg í bilin og koyrdi so langt, sum til bar, og so var hann við okkum, og kundi m.a. njóta tað vakra útsýnið av Eystnesi yvir á barndómsbygdina Strendur, har hann nú hvílir í moldum.
Einaferð hann var afturkomin av ferð í Íslandi, har hann hevði verið og søkt sær heilsubót, høvdu hann og Mary keypt eina mynd, har henda yrkingin eftir íslendska biskupin Sigurbjørn Einarsson var vakurt skrivað niður. Bergur vildi so gjarna hoyra yrkingina á føroyskum:

Eg havi droymt ein stóran dreym

Eg havi droymt ein stóran dreym
var drotni hjá í fjallahøll,
eg eygleiddi mítt æviskeið
og sporini um dal og fjøll.

Eg sá hvørt fet, hvørt fótaspor
frelsarans undir míni lið
og visti greitt, hvør var mín vernd
í váða, freisting, trega við.

Tey berlig vóru, við brosi hann
tá mælti: “Barn mítt sært tú har,
eg gekk við tær og gav tær ans,
í gleði og sorg eg hjá tær var.”

Men annað sá eg síðan brátt,
tí onkustaðni sjón bar við,
tað eina sporið eittans var.
“Gekk eingin tá við mína lið?

Hann las ta hugsan, leit mær at
og læt meg sína ásjón sjá:
“Tá vart tú sjúkur, signað barn,
eg bar mín son, tú vart mær hjá.”

(Sigjurbjørn Einarsson eftir gamlari søgn. TT týddi)


Hvíl í friði góði starvsfelagi.
Hvítusunnuaftan 2013
------
Martin Næs