Nei, tað er púra einki í hasum - hatta havi eg als ikki hoyrt.
So avgjørdur var Bergur í Garði, tá Sosialurin spurdi, um leysatíðindini vóru sonn sum søgdu, at hann er tann »rætti« nýggi stjórin í Føroya størsta arbeiðsplássi, Føroya Fiskavirking.
Seinastu dagarnar hevur nógv verið gitt um, hvør nýggi maðurin man vera. Sunnudagin lovaði Sverri Hansen, nevndarformaður, at eitt tíðindaskriv varð almannakunngjørt mánadagin - og tá fingu fjølmiðlarnir tíðindini.
Men tíðindaskrivið segði einki um nýggja stjóran, og tá vit í dag (týsdag) aftur spurdu Sverra Hansen, segði hann enn einaferð, at tað fór at vera kunngjørt í einum tíðindaskrivi.
Men enn er einki tíðindaskriv komið. Vit kunnu tí bert gita, at nevndin í Føroya Fiskavirking hevur trupult við at finna nýggja stjóran.
Útvarpið visti at siga í kvøld, at Jákup Mørkøre ikki sjálvur hevði sagt upp, men at hann var koyrdur úr starvi.
Vit kunnu sostætt bert staðfesta, at tað ikki verður Bergur í Garði, sum verður nýggi stjórin - og at Fiskavirking nú á sætta degi liggur í stjóraloysi.