Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Bergur Djurhuus Hansen í starv sum lektari á Setrinum. Tað skrivar stovnurin á síni heimasíðu í gjár.
Bergur Djurhuus Hansen er ikki ókendur á Setrinum. Hann hevur nevniliga starvast sum adjunktur á Føroyamálsdeildini síðani 2012. Í 2015 vardi hann eisini sína ph.d. ritgerð í bókmentum á Setrinum. Ritgerðin hevði heitið Er heima til? Ein tekstástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø.
- Bergur hevur verið sera virkin í sínum starvi sum adjunktur. Hann hevur undirvíst, luttikið á ráðstevnum, virkað sum lestrarráðgevi, verið formaður í lestrarráðnum, skrivað vísindaligar greinar, verið í vísindaligum netverkum og luttikið í fyrireikingunum til nýggju útbúgvingarnar í Fjølmiðlafrøði og Listaligum arbeiði, ið báðar byrja við einstøkum skeiðum í heyst, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.