Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB tekur ímóti EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Merkisvert er tað, at teir báðir donsku spælararnir, sum stutt undan kappingarbyrjan komu til HB, ikki eru á listanum ídag.
Miðvallarin Martin Bergvold er sjúkur og tískil ikki førur fyri at spæla.
Álopsspælarin Danny Ellly Pedersen er skaddur. Hvussu álvarsaman skaða talan er um, er ikki greitt enn.
-Hann hevur verið á sjúkrahúsinum til kanningar. Sum eg havi skilt tað her í Gundadali, so er talan um liðbandsskaða, sigur Tróndur Arge, sum fyri Rás2 fer at siga frá dystinum. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.