Berin 70.000 krónur frá Lions

Á ólavsøku skipar Lions Club Tórshavn fyri lista­fram­sýn­ing í Müllers Pakk­húsi, og úrslitið í ár var met­gott. Yv­ir­skot­ið, sum var upp á 70.000 krón­ur, er nú óskert latið sjálv­hjálp­ar­fel­ags­skap­i­num Ber­a­num, og hendi hetta á síðsta limafundinum í Lions.

Lions vil við hesi gávu vísa sín stuðul til tað stóra væl­gerð­ar­ar­beiði, sum Berin ger fyri at hjálpa børnum, ið hava mist foreldur ella systk­in, víð­ari í lívinum.

Sum nakað nýtt í ár lat Eik Banki ein málning hjá ein­um kendum listafólki at luta burtur saman við at­gong­u­merkja­søluna á lista­fram­sýn­ing­ini. Talan var um ein stór­an málning hjá Kára Svens­son, og hepni vinnarin av málninginum var Marita Bæk úr Havn.

Lions Club Tórshavn takk­ar øllum, sum á einhvønn hátt hava verið við ella hava hjálpt í sambandi við list­a­fram­sýn­ingina.
Á myndini síggja vit Poul Geert Hansen, forseta í Lions Club Tórshavn, handar umboðum fyri Beran, Annu S. Dalsgaard og Oddvør Poulsen, gávuna upp á 70.000 krónur