Berjast um Bagger bók

Fleiri donsk forløg berjast nú um at verða fyrst við bókini um gøluna kring vinnulívsmannin Stein Bagger




Dramaið kring fyritøkuna IT Factory, og stjóran, ið hvarv, hevur tilfar til eina háspenningssøgu av teimum heilt stóru.

Tí kappast donsk forløg nú av øllum alvi um at verða fyrst á gøtuni við bókini um gøluna, ið er ein tann størsta í donskum vinnulívið nakrantíð, veit Politiken at siga.

Forløgini Lindhardt & Ringhof, Gyldendal og Børsens forlag liggja longu framvið og fleiri leggjast nú afturat. Ikki so løgi, tí sum Jeppe Markers frá Lindhardt & Ringhof sigur:

"Søgan um Stein Bagger og IT Factory hevur alt, sum ein góð søga skal hava. Verður søgan søgd á rættan hátt, fer bókin at selja í tíggjutúsundavís"

Ein av teimum, sum verður hildin at verða rætti høvundurin til eina slíka bók, er journalisturin Dorte Toft, sum hevur viðgjørt málið í Berlingske Tidende. Og Toft váttar, at áhugin fyri at fáa hana at skriva bókina er stórur.

"Higartil hava eini átta níggju forløg vent sær til mín", sigur Dorte Toft, sum samtundis váttar, at hon nú er líka við at skriva undir ein sáttmála við eitt forlag.