Berlusconi eftir mafiuni

Forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, kunngjørdi um vikuskiftið, at hann og stjórnin hava sett sær fyri at fullføra eitt átak ímóti tí skipaða kriminalitetinum í landinum.

Undir valstríðnum í fjør lovaði Berlusconi at tryggja lóg og landaskil, og tað lyftið var við til at tryggja honum sigurin.

Sambært Roberti Maroni, innanríkisráðharra ætlar stjórnin at leggja hald á ognir hjá mafialimum, eins og herurin framvegis skal vera á varðhaldi í býunum. Ráðharrin vísti á, at tey tiltøk, sum stjórnin hevur framt, hava havt við sær, at kriminaliteturin er minkaður 14 prosent, síðani stjórnin tók við.