Ríkisrætturin í Italia tók ikki beinleiðis støðu til lógina, sum forðar ákæruvaldinum at leggja sak ímóti Silvio Berlusconi, forsætisráðharra og øðrum ráðharrum. Í avgerðini, sum kom í dag, letur rætturin tað upp í hendurnar á tí einstaka dómaranum at gera av, um eitt mál ímóti forsætisráðharranum ella øðrum ráðharra kann reisast í rættinum ella ikki.
Sambært tíðindastovuni Ansa merkir avgerðin hjá ríkisrættinum, at Silvio Berlusconi mog hinir ráðharrarnir kunnu ikki fjala seg handan regluna um politiskt ógegni longur. Tann møguleikan hava teir havt, og minst tvey rættarmál eru steðgað á tann hátt.
Silvio Berlusconi er fyrr skuldsettur fyri svik og fíggjarundandrátt, men hann er vorðin fríkendur hvørja ferð. Ákæruvaldið ætlar tó ikki at lata hann sleppa so, tí fleiri mál um skattasvik og annað eru eftir.