Bermuda er stóra málið

Gudmundur Joensen hevur í fleiri ár verið fremsti triatlon-íðkari á føroysku mannfólkasíðuni. Í seks ár hevur Bermuda verið stóra málið, og hann er til reiðar geva alt til tess at røkka stóra málinum

Fyrstu ferðina at Gudmunur royndi seg í triathlon var á Guernsey í 2003. Ta ferðina var tað mest sum av tilvild, at hann yvirhøvur tók lut, men nógv er hent síðani tá.

- Eg var jú gamal svimjari, men var givin við tí. Evald Rasmussen var lærari hjá mær, og hann visti, at eg eisini orkaði hampuliga væl at renna, og tí eggjaði hann mær til at taka lut í triathlon.

Gudmundur fekk tó av at vita í kappingini, sum tá var dominerað av íðkarum úr bretsku kanal-oyggjunum.

- Síðani gjørdi eg ikki stórvegis við tað, men til leikirnar á Rhodos vandi eg aftur nakað, og hóast tað gekk betur, so var eg langt frá teimum fremstu. Men tað var kortini um hetta mundið, at eg ítróttin veruliga fekk fastatøkur á mær. Her heima var Gunnar Dahl-Olsen at kalla einaráðandi, og ikki minst fekk eg av at vita frá honum á súkkluteinunum.

- Tá setti eg mær fyri, at hetta skuldi broytast. Eg visti, at triathlon ikki var á Oyl-skránni aftur fyrr enn á Bermuda, og eg setti mær fyri, at tá skuldi eg veruliga gera vart við meg, sigur Gudmundur.

Hann vísir tó eisini á, at tað ikki bert er Bermuda, sum hevur rúgvað í tonkunum. Tað hevði kanska verið heldur langligt, tá seks ár vóru fram til leikirnar. Hinvegin heldur hann, at ein tann fremsta orsøkin til stóru framgongdina, sum hann hevur havt, er, at hann støðugt hevur havt møguleika at kappast móti dønum, sum hava fleiri heilt góðar íðkarar í krevjandi ítróttini.

Somikið stór eru framstigini, at Gudmunur nú torir at seta sær sum mál at fara fremstur um málið, tá triathlon er á skránni sunnudagin á Oyggjaleikum.

Ítróttin hevur vanliga verið dominerað av íðkarum frá kanal-oyggjunum, men hóast hann als ikki kennur feltið, so heldur Gudmunur, at møguleikin er har.

- Mett eftir teimum tíðum, sum áður hava verið, so haldi eg, at eg havi ein realistiskan møguleika. Og tað er eisini tí, sum eg fari eftir, tá kappast verður, sigur hann.

Umframt Gudmund telur føroyska liðið eisini David Arge Klevang Petersen, sum annars er búsitandi í Danmark. Hetta er tó ikki nóg mikið til at telja sum eitt lið á mannfólkasíðuni, men hvør í sínum lagi tykjast føroysku umboðini til reiðar at geva alt fyri at røkka stóra málinum.

Tá leikirnir vóru á Rhodos, vunnu Føroyar tvey heiðursmerki. Karina Ottesen vann bronsumerki í einstaklingakappingini, og saman við Joan Bláfoss vann Karina silvur í liðkappingini hjá kvinnum. Hvørgin teirra er tó við hesaferð, og tí verða tað menninir, ið mugu standa fyri royndunum at toga heiðursmerki heim til Føro