Bert ein føroyingur á vøllinum í Danmark og í Noregi

Heini Vatnsdal var einasti føroyski fótbóltsútisetin í Danmark og Noregi sum slapp á vøllin í dag

Fyri føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen var ikki talan um ein góðan dag í dag um hugt verður eftir føroyskari spælitíð í norskum og í donskum fótbólti.

Í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var tað bert Heini Vatnsdal sum fekk spælitíð í dag, tá lið hansara, Fremad Amager tapti 1-3 móti HB Køge á útivølli. Sven Blummel legði Fremad Amager á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men tá farið var til hálvleiks var heimaliðið, HB Køge á odda 2-1. Tá eitt lítið korter var eftir gjørdi Fremad Amager sjálvmál.

Viljormur Davidsen sat á beinkinum allan dystin tá lið hansara, Vejle á heimavølli vann 2-1 á Skive. Íslendski Kjartan Finnbogason gjørdist stóra hetjan hjá Vejle við at skora bæði málini. 

Finnur Justinussen sat á beinkinum allan dystin tá FC Roskilde tapti 2-3 móti Hvidovre á útivøllli. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Hvidovre skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

Gilli R. Sørensen sat á beinkinum allan dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini tá lið hansara, Brann Bergen tapti 2-3 móti Tromsø á heimavølli. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1. Brann Bergen megnaði á vegnum at gera eitt sjálvmál. 

Ígjár leikti Ári Mohr Jónsson tó allan dystin fyri Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Á heimavølli tapti Sandnes ULF 1-2 móti oddaliðnum, Aalesund.