Bert ein listi til kirkjuráðið

Kirkjufólkið í vesturbýnum í Havn sleppa ikki á kirkjuráðsval hesaferð. Bert tann eini listin kom inn, tá freistin fyri at lata listarnar inn var úti í hesi vikuni.  Onkur kann halda tað vera óheppið bara við einum lista. Men hinvegin so haldi eg, at hetta avgjørt má takast um eitt tekin um semju í Vesturkirkjuni, sigur formaðurin í valstýrinum, Signar Dam. Hann fegnast eisini um, at talið av fólki sum gongur í kirkju er alsamt vaksandi.

Havn: Týsdagin 8. november verður kirkjuráðsval kring alt landið. Og tó!
Á mongum støðum verður bara ein listi við valevnum til kirkjuráðið, og tí er langt frá á øllum støðum at kirkjufólkið sleppur til valborðið.
Men á teimum støðunum, har fleiri enn tveir listar eru, verður valið hildið henda dagin.
Eitt av teimum støðunum, har tað longu nú er greitt, at einki val verður, er í Tórshavnar vestaru kirkjusókn.
Hetta hendir, hóast fólkagrundarlagið átti at verið rættiliga stórt, og framvegis er í støðugum vøkstri.
- Her er so bara tann eini listin komin inn, sigur Signar Dam, formaður í valstýrinum fyri Vesturkirkjuna.
Av hesi orsøk verða tað sostatt valevnini á hesum lista, sum fara at manna nýggja kirkjuráðið tey komandi fýra árini.

Fleiri ganga í kirkju
Tað er ikki at taka seg aftur í, at Vesturkirkjan er ein snøggur bygningur, sum so hábærsliga stendur í vesturbýnum í høvuðsstaðnum.
Innan er nógv gjørt við kirkjuna, men tað er uttan iva mest uttanfyri at fólk við frøi hava sæð tey arbeiðini, sum eru gjørd har.
Kirkjuráðið sjálvt hevur eisini havt síni mál at taka støðu til. Og Signar Dam heldur, at tað kirkjuráðið, sum enn situr, hevur havt eitt sera gott samstarv.
- Jú, vit hava arbeitt sera væl saman  bæði kirkjuráðið, prestarnir og kirkjufólkið. Og vit hava verið samd um tingini.
- Tí kunnu vit siga, at vit hava havt eina góða tíð her í Vesturkirkjuni, sigur Signar Dam.
Hann fegnast tó allarmest um, at talið av kirkjufólkið eisini hevur verið í støðugum vøkstri hesi seinastu árini.
- Hetta er avgjørt at gleðast um, sigur hann.

Bert ein listi
Hesa seinast tíðina hava annars formenninir í teimum ymisku valstýrunum boðað frá um hetta komandi valið.
Tað gjørdi Signar Dam eisini. Og í lýsingini frá Tórshavnar vestaru kirkjusókn varð boðað frá, at hetta valið skuldi eftir ætlan fara fram týsdagin 8. november frá kl. 10 til 12 og síðani frá kl. 16 til 20.
Somuleiðis varð sagt frá, at valevnislistar skuldi vera formanninum í hendi seinasta týskvøld.
Men tá hann so gjørdi støðuna upp hetta kvøldið var altso bert tann eini listin komin inn. Tí verður einki val á hesum sinni.

12 limir
Í kunngerðini verður sagt, at í mesta lagi 18 fólk skuldu vera á listanum, og at minst tríggir og í mesta lagi 15 veljarar skuldu undirskriva listan sum stillarar.
Og hesin eini listin til komandi kirkjuráð í Vesturkirkjuni telur so 16 nøvn. Og av hesum fara so tey 12 at sita í kirkjuráðnum, saman við báðum prestunum við kirkjuna, Hera Joensen og Bergur D. Joensen.
Í kirkjuráðnum, sum enn situr eru 11 limir. Men orsakað av økta fólkatalinum í vesturbýnum í Havn er talið nú økt við einum limi, upp í 12.
Enn verður ikki upplýst, hvørji hesi fólkini á listanum eru. Men tey verða so kunngjørd seinni.



FAKTA

Kirkjuráðsval
Høvuðstreytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin 8. november 2005, hevur valrætt.
Markið millum Tórshavnar vestaru og Tórshavnar eystaru kirkjusókn er Tróndargøta-Varðagøta-Villingardalsvegur.
Øll valevnini skulu geva skrivliga váttan um, at tey vilja lata seg stilla upp. Hava tey ikki sitið í kirkjuráði áður, mugu tey vera sinnað at undirskriva ta váttan, sum kravd verður, áðrenn tey á fyrsta sinni kann taka sæti í kirkjuráðnum.