Bert eitt línuskip undir Føroyum

- Streymurin verður góður í næstu viku, og útlit eru til, at veðrið eisini verður gott.

Í dag eru bara trý ísfiskalínuskip til fiskiskap, og tey fiska øll í íslendskum sjógvi. Væntandi koma tvey av skipunum heim at landa í næstu viku.

 

- Skipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, fáa mest av toski og so nakað hýsu, longu og brosmu, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini tvey frystilínuskip til fiskiskap. Annað er undir Føroyum og hitt undir Ísland. Restin av línuskipunum liggja við bryggju.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at streymurin verður góður í næstu viku, og útlit eru til, at veðrið eisini verður gott. Tí verður helst eisini nakað av útróðri.