Bert nakrir tankar

Malmberg D. Olsen

Vit liva í eini tíð har krøvini til samfelagið eru ovurhondsstór ein má undrast á, at ein fiskivinnutjóð við 48.000 túsund  íbúgvum kann klára, at uppi halda ein so høgan livistandard, sum vit hava her á Føroya landi. Í løtuni er orðaskifti um skattalættar og pansiónir í tingsalinum, hettar er nakað sum viðkemur okkum øllum á ein ella annan hátt so ella so.
Eg eri frá 43 árganginum vaks upp í eini tíð har ansingarstovnar ikki vóru uppfunnir. Hvør skúladrongur kundi arbeiða alt tað hann hevði hug til, tað var ein frøði at koma úr skúlanum og tveita skúlataskuna av sær og fara inn á Hulk at arbeiða sild, ella oman á Sjóvarhøvda ella út á Heygstøð at breiða fisk út til turkingar, landa skip sum komu at leggja fiskin upp, alt hettar var ein við til, sum smádrongur í bygdasamfelaginum og ikki at gloyma trolararnar sum løgdu veiðuna upp á Skála, jú tá vóru boð eftir skúladreinginum.
Hettar er alt ein farin tíð skúladreingirnir hava ikki henda møguleika í dagsins samfelag, krøvini til ungdómin at nema sær útbúgving er nógv størri í dag og ein verður sitandi á skúlabeinki langt upp í árini og tað at verða fiskimaður verður ikki mett nakað serligt longur, men tað var tað ein sá fram til í mínum uppvøkstri, at sleppa at mynstra umbor eitt skip so broytast tíðir.
Samfelagið Føroyar rópar eftir arbeiðsmegi, serliga innan fiskaarbeiði er brúk fyri nógv fleiri hendrum og talan er um at innflyta arbeiðsmegi. Eg ivist onga løtu í, at tað ganga nógvir menn og kvinnur runt um í okkara landi, sum eru komin til pansións aldurin, men gott kundu hugsa sær at arbeitt framvegis, men vegna forðingar í pansiónsloftinum loysir hettar seg bara til tú hevur nátt hettar lofti so mást tú bara seta teg hendur í favn tí tú verður straffaður um tú fert forbí hettar lofti.
Góðu politikarar her er nakað hjá tykkum at taka fatt uppá og fáa broytt sum skjótast, einki eiður at forða manni ella kvinnu í at arbeiða,uttan ein skerdur arbeisførleikið. Arbeisgleðin hjá tí einstaka borgaranum má ikki skjerjast vegna skattaloft og avgjøldum av øllum møguligum sløgum.
Vit kunna til dømis nevna egningaskúrðarnar runt um í útiróðraumhvørvinum, har pansinonistarnir gera eitt stórt arbeiði við at halda útiróðrinum í gongd, haraftrat hevur tað ein stóran sosialan týdning at hava egningarskúrar at fara til, tað gevur daglidegnum innihald og meining so er tað eisini tann fordeilur, at tú kemur og fert, sum tú hevur evnir til. Men her kemur aftur hettar ólukku lofti sum tú rennur teg í móti í skattaskipanini hettar er púra meiningsleyst í mínari verð, ístaðin skuldi ein betalt skatt av tí ein forvinnur og verði giraður til at arbeitt eftir evnum, tað vildi givið nógvar krónur meir til samfelagið í skatti, er tað ikki tað vit hava brúk fyri ?
Hoyrdi mann einafer siga, at hann hevði ongantíð verði so illa við, sum tann dagin hann fekk bræv frá arbeisgevara um, at hann var fallin fyri aldursgreinsuni og av teirri grund mátti gevast í einum arbeiði, sum hann var ógvuliga glaður fyri. Hesin merkiligi varðin á lívsleiðini, sum vit øll koma til um okkum unnist lívið, ein hurð verður latin aftur vit hava nátt aldursmarkið verður sagt og hvat so ? Vónandi hava vit øll tá hurðar, sum standa opnar inn í ein ríkan og meiningsfyltan pansiónsaldur, her henda tíbetur nógv góð og positiv tilboð til pansionistarnar.
Tosa verður í hesum døgum nógv um eitt visiónstog, sum verður sett á skinnarin skal koyra samfelagið Føroyar inn í framtíðina til eina tilverðu, sum er óbeskriviliga ? deilig verður sagt, í einum togi eru nógvar kupegir har tann ferðandi kann njóta ferðina ella keða seg, fólk stíga av og fólk koma uppí, øll hava eitt steðgið pláss, sum tey síggja fram ímótir. Vónandi koma vit Føroyingar ikki at missa okkara lívsvirðir á ferðinini inn í framtíðina, kemur familian Føroyar at hava tað eins gott og vit hava tað í dag ? Góða ferð víðari ynskist øllum við Harrans ríku signing inn í framtíðina.