Føroyska landskappingin í fótbólti fer, sum ein av teimum einastu í heiminum, í gongd aftur 9. mai. Tað merkist millum annað í HB, har umboðsmenn ringja og bjóða spælarar fram, sum vilja sleppa at spæla.
- Eg merki væl, at hetta er eitt av teimum heilt fáu støðunum í heiminum, har tað verður spældur fótbóltur. Eg fái brádliga eina rúgvu av uppringingum frá umboðsmonnum, sum hava spælarar, ið vilja sleppa her at spæla, sigur Jens Berthel Askou við Nordjyske, skrivar bold.dk.
Venjarin hjá HB leggur afturat, at hetta ikki er nakað hann arbeiðir víðari við í løtuni, tí hann metir seg hava hópin, sum hann skal brúka.
- Hetta er ikki nakað, sum eg arbeiði víðari við, tí vit hava tann hópin, sum vit skulu brúka, men tað er eitt úttryk fyri at fólk hava bitið merki í, at tað skjótt verður fótbóltur aftur í Føroyum, sigur Jens Berthel Askou.
Tað hevur vakt rímiliga stóran ans í donskum miðlum, at føroyskur fótbóltur fer í gongd aftur. Millum annað tí HB hevur danskan venjara og tríggjar danskar spælarar í hópinum. Teir eru Delphin Tshiembe, Mathias Nygaard og Mikkel Frankoch. HB spælir leygardagin móti EB/Streymi.