Hetta er sum einhvør annar skúlatími í Kunoyar skúla. Ein lærari og næmingar hansara í eini og somu skúlastovu.
Teir fýra næmingarnir - Jón, Ivan, Rannvá og Ronja - sita so hugagóðir við síni borð og lesa. Og hví skuldu teir ikki tað?
Beint frammanundan hava tey verið uttandura og hildið fríkorter eina løtu í einum av landsins minstu ella størstu og vakrastu skúlagørðum.
Niðanvert skúlan rennur áin. Líta tey upp í loft, reisa fjøllini seg prúð og høg yvir bygdina. Og hyggja tey úteftir, gevur Kalsoyarfjørður teimum eitt útsýni sum broytist fleiri ferðir um dagin.
Nú eru tey komin inn aftur í skúlastovuna. Inn aftur til álvaran og skyldurnar í skúlanum. Og inn aftur til ein væl upplagdan lærara, Jóhannes Johannessen sum er úr Klaksvík.
- Jú, mær dámar væl at ganga her, sigur elsti næmingurin í Kunoyar skúla, Jón Josephsen, sum gongur í 5. flokki.
Onkur av hinum næmingunum vil eisini geva sítt íkast til prátið, og heldur, at lærarin í Haraldssundi er nokkso strangur.
- Her hjá okkum er nógv best, kemur tað sannførandi frá einum øðrum næmingi.
Tað verða so í øllum førum ikki tey sum koma at taka ta endaligu avgerðina um framtíðina hjá skúlunum í oynni.
Men tað verða hinvegin tey sum koma at merkja fylgjurnar av avgerðini sum einaferð verður tikin.
Tey til okkum
Jón og skúlafelagar hansara hava neyvan hoyrt um tann fundin, sum skúlastýrini í Norðoyggjum høvdu fyri tveimum mánaðum síðani.
Har tosaðu tey um framtíðar skúlabygnað í Norðoyggjum, út frá teim ætlanum sum mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø hevur um ein nýggjan skúlareform.
Á hesum fundinum varð skúlin hjá Jón, Ivan, Rannvu og Ronju eisini nevndur. Hann var ikki bara umrøddur, men spurningurin varð settur, hvørja framtíð ið hann hevur.
Skúlastýrini eru í øllum førum sinnað til at tað í framtíðini bert verður ein einstakur skúli í oynni - annaðhvørt tann í Kunoy ella tann í Haraldssundi.
Sjálvt um hetta er ein stórur spurningur fyri ein 11 ára gamla drong, so ivast Jón ikki, tá hann leysliga verður spurdur um hetta:
- Eg haldi, at tað er best, um børnini í Haraldssundi kom til okkara skúla.
Stuttligt
Saman við bróðuri sínum, níggju ára gamla Ivan Josephsen sum gongur í 3. flokki, kenna teir ikki til annan skúla enn henda.
Teir hava havt skiftandi lærarar, men hetta hevur ikki tikið hugin at ganga í skúla frá teimum.
- Nei, hetta er ein góður skúli. Tað er stuttligt at ganga her, slær Jón fast. Og bróðurin nikkar samtykkjandi.
Teir eru kortini ikki bert í skúlanum her í Kunoy. Hvønn mánadag fara børnini í skúlanum til Klaksvíkar at svimja. Um sama mundið koma eisini skúlabørn av Húsum og Haraldssundi í somu ørindum.
- Tað er fínt at fara til Klaksvíkar at svimja. Men annars haldi eg, at vit skulu ganga í hesum skúlanum, slær Jón Josephsen fast.
Bert EIN skúli
Skúlastýrini í Norðoyggjum hava saman viðgjørt uppskotið til løgtingslóg um fólkaskúlan, ið landsstýriskvinnan í skúlamálum, Helena Dam á Neystabø hevur lagt fyri tingið. Í viðgerðini hava skúlastýrini kjakast um framtíðina hjá skúlunum í økinum.
Í niðurstøðu frá fundinum verður soleiðis tikið til:
“Á Kunoynni eru eisini tveir skúlar, ein í Kunoy og ein í Haraldssundi. Her verður sagt, at næmingatalið er ov lítið til at hava tveir skúlar.
Men einki verður kortini sagt um, hvør skúli eigur at verða lagdur niður”.
KÍ
Brøðurnir báðir, Jón og Ivan Josephsen hava nokk at gera eftir at skúladagurin er at enda komin.
- Okkum dámar væl at spæla teldu, hoppa í trampolin, sparka og sóritt, siga teir báðir.
Ivan spælir enntá við smápiltunum hjá KÍ. Teir venja mikudag og fríggjadag, og sovítt hann visti, skuldu teir spæla dyst um nakrar dagar.
Ímóti hvørjum, visti hann ikki tá.