Nýggi LOB báturin hjá Vága Bjargingarfelag, Sverri, er millum best útgjørdu LOB bátarnar í Europa.
Hann er tríggjar metrar longri enn LÍV, er sjógangandi og av tí slagnum, sum vendir sær við aftur, skuldi hann farið runt.
- Vit eru 70 mans knýttir at bátinum, sigur Regin Jespersen, formaður í Vága Bjargingarfelag.
Hoyrið samrøðuna við Regin Jespersen við at trýsta á pílin undir myndini.