Vida Akselsdóttir Højgaard
----
Í hesum døgum fram til jóla veksur rúgvan av lýsingarbløðum fyri hvørja postútbering. Her hjá okkum báðum fer nógv av tí ólisið í skrell - tað er mark fyri, hvussu nógvum okkara heili kann rúma ísenn. Men onkrum verður hugt eftir, treyðugt so. Og tað er heldur onki petti skeivt í, at handilsfólk royna at selja sum mest, ella at vit geva hvørjum øðrum gávur. Sælari er at geva enn at fáa, og Gud elskar ein glaðan gevara.
Meeeen, alt veldst um stíl.
Sum eg skimmi ígjøgnum Vikublaðið, fangar ein lýsing mítt eyga: BESTA JÓLAGÁVAN NAKRANTÍÐ. Ein fyritøka bjóðar sær at gera jóladekoratiónir fyri fólk og ókeypis fáa tær út til móttakarar kring alt landið. Absolutt ein vakur tanki, men heitið er púra burturvið.
Eg øsi meg eina løtu, men so fyllist mítt hjarta við gleði um ta bestu og størstu jólagávuna nakrantíð givin til nakað menniskja. Til øll menniskju. Hon missir ongantíð sítt virði, fer ongantíð av móta og kostar okkum onki at ognast. Okkara vælsignaði frelsari, sum Gud gav, tí Hann elskaði ta falnu mannaættina. Dýrasta gávan, ein kann hugsa sær, bæði nú og um ævigar tíðir.
Tað skal vera mín vón og heilsan til mínar landsmenn, tá nú skjótt kirkjuklokkurnar fara at ringja jólini inn, at tann sanni friðurin skal fylla okkara hjørtu við hátíð og takksemi.
Gleðilig jól.