Fyrrverandi poppstjørnan í føroysku bólkunum Poppkorn og Faroe 5, Lillian Dalsgaard, hevur eisini stóran áhuga fyri fótbólti.
Lillian er ikki í iva um, at Týskland fer avstað við HM steypinum og so heldur hon eisini at hetta HM endaspælið hevur verið tað besta, ið nakrantíð hevur verið.
Sunnukvøldið spæla Argentina og Týskland HM finalu. Hvør væntar tú vinnur finaluna og hví?
Tad verður Týskland. Teir eru fullir av sjálvsáliti eftir at hava vunnið 7-1 ímóti Brasil, meðan Argentina kemur í finaluna við at vinna brotsparkskapping. Tað týska lidi er sum heild betur og hevur fleiri profilar. Millum annað, Neuer, Lahm, Øzil og Muller. Meðan Argentina hava Messi sum hevur skuffa øgiligt undir hesum HM.
Nú tá kappingin nærkast endanum, hvønn sært tú so sum tað stóra yvirraskilsi til hetta HM endaspælið?
Tað er uttan iva Kosta Rika. Eingin væntaði nakað av teimum og teir vóru jú í tí so nevndu deyðspuljuni. Her taptu teir ongan dyst og og ruku út gjøgnum brotssparkskapping ímóti Hollandi.
Og hvat lið hevur verið tað størsta vónbrotið?
Fyrst og fremst Spania sum eru fyrrverandi heimsmeistarar og dupultir evropameistarar. Italia skuffaði eisini og ikki minst Ongland, sum ikki eingongd komu víðari ur sinum bólki i bolkaspælinum.
Samanuntikið hevur hetta HM verið tað besta sum nakrantid hevur verið. Málríkt, nógvir góðir dystir, alt væl fyriskipað og góður hýrur allan vegin í gjøgnum.