Fótbóltur
Hendan heiðurin hevur Piotr fingið, eftir at lesarar av heimasíðuni hjá B71, www.b71-sandoy.com, í vár fingu høvi at siga sína hugsan um, hvør av leiakrunum hjá B71 hevur staðið seg best.
Hetta varð mest sum gjørt í kjalarvørrinum av UEFA-atkvøðugreiðslunum, har ymsu limalondini gjørdi av, hvør hevði verið teirra besti leikari tey árini, sum europeiska fótbóltssamgongan hevur verið til.
B71 hevði um sama mundið fingið nýggja heimasíðu, og ein av fyrstu tættunum her var, at lesararnir vórðu bidnir um at geva sína hugsan til kennar um besat B71?aran. Eftir eina tíð savnaði webmastarin so tey tíggju saman, sum vórðu oftast nevnd av lesarunum, og so bleiv ein quick-poll kanning gjørd á netinum.
Her endaði stóri pólverjin ovastur, og síðani hevur tað verið bíðað eftir einum høvi, har hesin heiðurin kundi latast Piotr.
Kollvelti fótbóltin
Tað eru annars eini 16 ár síðani, at føroyingar fyri fyrstu ferð lærdu navnið, Piotr Krakowski, at kenna. Hetta var, tá B71 júst var komið upp í bestu føroysku røðina. Felagið hevði í eitt ár havt pólverska Jan Kaczynski sum venjara, og fyri at styrkja um hópin hevði hesin biðið tveir av landsmonnum sínum koma til felagið. Umframt Piotr var talan um Wiezlaw Zkrewsky, sum var málverji.
Og restina av søguni munnu tey flestu kenna. Snøgt sagt, so vóru teir báðir ein revolutión í føroyskum fótbólti, sum nú av álvara fekk at kenna, hvussu stóran mun útlendskir leikarar í veruleikanum kundu gera. Sjálvandi var tað ikki bara takkað verið teimum báðum, men teir áttu so sanniliga sín part av æruni fyri, at sandoyingar fóru ósigraðir ígjøgnum kappingarárið og fyri fyrstu ? og higartil einastu ? ferð gjørdust føroyskir meistarar í fótbólti.
Sjálvur helt Piotr á í B71 í fleiri ár. Bæði sum leikari og sum venjari, og eftir hetta hevur hann alla tíðina verið partur av føroyskum fótbólti. Sum venjari hevur hann millum annað verið í Vágum, í Fuglafirði og hjá B36, áðrenn hann tey bæði seinastu árini hevur verið á Eiði.
Úrslitini hava fyri tað nógva verið góð, og tó at talan gjørdist um niðurflyting við bæði FS Vágum og ÍF, so var skoðsmálið alla tíðina, at her var ein maður, sum við hepnari hond dugdi at fáa mest sum optimalt burtur úr tilfarinum, og í B36 var hann millum annað maðurin, sum førdi felagði til higartil einastu greipuna í felagssøguni.
Samanumtikið er einki at ivast í, at Piotr Krakowski er ein av teimum heilt stóru. Ikki bara hjá B71, men so sanniliga eisini í føroyskari fótbóltssøgu, og tað man frá teimum allar flestu vera sera væl unt, at hann nú kann seta minnisplátuna frá B71 millum hitt skreytið á hill sína.