Eftir fýra tungar dagar við stórum kursfalli hevði amerikanski partabrævamarknaðurin í gjár tann besta dagin í níggju ár.
Tað breiða S&P 500-indeksi og Dow Jones-indeksi hækkaði umleið fimm prosent, meðan Nasdaq, sum millum annað hevur risastórar tøknifyritøkur sum Google og Facebook á listanum, hækkaði næstn seks prosent.
Ein betri dagur á partabrævamarknaðinum hevur ikki verið síðani 2009.
Og góða lagið heldur fram í Asia. Nikkei-indeksið í Tokyo stendur í dag til eina framgongd upp á næstan 3,5 prosent.
Íleggjararnir hava seinastu dagarnar við bangnir fyri einum búskaparligum steðgi.
Teir kunnu nú vera eitt sindur róligari, tí at amerikanska jólasølan hevur verið betrið enn væntað.
Sølan upp undir jól hækkaði sambært Mastercard við 5,1 prosentum samanborið við 5,1 prosenti samanborið við søluna í fjør upp á 850 milliardir dollarar. Tað var tann besta sølan í seks ár.
Stóra hækkingin á marknaðinum í gjár skal sambært eygleiðarum tó síggjast í ljósinum av einum tungum skeiðið hjá partabrævakursunum.
– Hetta hendir eftir ein overvaðan marknað, og tað var eftir øllum at døma passandi við einum comeback, sigur marknaðarstrategurin Matt Miskin hjá John Hancock Investments við AFP.
Onnur vísa á, at marknaðurin varð rikin fram við eitt sindur av vissu fyri, at Donald Trump, forseti, ikki ætlar at geva stjóranum í amerikanska miðbankanum sekkin.
Forsetin hevur fleiri ferðir víst sína ónøgd við Jerome Powell, sum hevur verið stjóri síðani februar.
Trump hevur argast av, at miðbankin hevur hækka rentuna fleiri ferðir.
So seint sum í gjár gav tað endurljóð á marknaðinum, sum óttaðist, at Hvítu Húsini vildu blanda seg upp í avgerðirnar tí annars politiskt óhefta miðbankanum.
Ein búskaparráðgevai í Hvítu Húsunum segði í gjár við Wall Street Journal, at Jerome Powell er ikki í vandabólkinum fyri at verða sagdur úr starvi.
Hóast markantu hækkingina sær desember út til at gerast ringasti jólamánaði fyri partabrævakursir síðani 1931, tá amerikanski búskapurin var í álvarsamarai kreppu.
/ritzau/AFP