- Besti dagur í lívinum

Tað sigur Ernesto, sum rann inn á vøllin at taka selfie saman við Ronaldo.

Tá ið seinni hálvleikur ímillum Føroyar og Portugal var um at verða bríkslaður í gongd, var eitt sindur av órógvi á vøllinum. Orsøkin var, at ein áskoðari rann inn á vøllin og vildi hava ein selfie saman við Ronaldo.

 

Tað fekk hann. Tað prógvar hann sjálvur - tann, sum rann inn á vøllin. Talan er um ein drong, ið eitur Ernesto Ferrari Henriquez. Hann er 17 ára gamal og búsitandi í Runavík.

 

Tað er Ernesto sjálvur, sum hevur lagt myndina, sum hann fekk saman við Ronaldo, á facebook. Hann er errin av myndini og skrivar "best day of my life".

 

Løgreglan sigur, at hetta sum so ikki er ólógligt sæð við teirra eygum. Hann varð tó burturvístur av Tórsvølli og møguliga fær hetta eftirspæl fyri bæði hann sjálvan og Fótbóltssamband Føroya.