Besti dreingjabólkurin nakrantíð?

Hittbólkurin Take That er júst kosin besti dreingjabólkur í heiminum í einari atkvøðugreiðlu í Onepolls.

Dreingirnir í bólkinum komu ferð eftir ferð til topps á hittlistunum kring heiminum í 90?unum og eftir at hava hildið eina langa pausu frá hvørjum øðrum, funnu teir aftur saman í 2005 ? og hetta vóru fjepparir teirra ivaleyst glaðir fyri. Tvær nýggjar stakfløgur teirra fóru beint til topps á bretska hittlistanum og teir spældu fyri fullum húsum um alt Stóra Bretland.

 

Beatles, sum nógv meta vera mest populeri bólkurin nakrantíð, liggja sum nr. 2 á Onepolls listanum, meðan Jackson Five eru nr. 3.

 

John Sewell, sum er umboðsmaður fyri Onepolls, sigur um hetta:

- Tað er heilt vilt, at Take That eru á fyrsta plássinum framman fyri The Beatles, sum annars er besti dreingjabólkurin nakrantíð!