Besti føroyingur nakrantíð

Marna Egholm knústi føroyska metið á maratonteininum og metið fyri flest IAAF-stig vunnin í eini kapping.

Marna Egholm hevur nú staðfest sína støðu sum fremsti rennari Føroya - nakrantíð.

 

Undir Berlin Maraton, ið var hildið 27. septembur, skavaði hon heilar seks minuttir av metinum hjá Valborg Heinesen.

 

Sambært heimasíðuni fif.fo, brúkti Marna 2 tímar, 43 minuttir og 15 sekund um teinin og endaði tí á einum 36. plássi av teimum 10.000 kvinnunum, sum tóku lut í kappingini. Hon endaði sum nummar 23 av evropisku kvinnunum og fif.fo skrivar, at einans ein týsk kvinna endaði framman fyri Marnu.

 

Ein onnur undirstriking av hesum bragdinum er, at hetta úrslitið gevur yvir 1000 IAAF-stig, og er nógv tað hægsta nakar føroyingur nakrantíð hevur fingið í nakrari kappingargrein í frælsum ítrótti yvirhøvur. Skal úrslitið hjá Marnu berast saman við úrslit hjá monnum, svarar tað til 2 tímar og 19 minuttir, og er sostatt níggju minuttir skjótari enn 28 ára gamla metið hjá Absalon Hansen, skrivar fif.fo.

 

Ein trupulleiki hevur tó verið við skrásetingini. Marna Egholm gloymdi nevniliga at festa chip'ið í skógvin, og tí varð tíðin hjá henni ikki skrásett, tá hon kom á mál. Hon setti seg tó í samband við fyriskiparan eftir kappingina, og teir kundu, við myndaprógvum, staðfesta, at hon hevði runnið allan teinin og góðkendu tí úrslitið.

 

FÍF hevur sent fyrispurning til DAF og týsku fyriskipararnar, fyri at vita, um hetta bragdið kann góðkennast sum tjóðarmet, nú eingin chip-tíð bleiv skrásett, skrivar heimasíðan.

 

Úrslitið merkir, at Marna Egholm hevur vunnið sær rættin at kappast sum úrvalsíðkari komandi ár, men sjálv hevur hon enn ikki tikið støðu til, um hon leitar sær aftur til Berlin í 2016.