Besti kappsiglarin

Thyra av Strondum var aftur hesa ferð fremsti báturin, og nú eigur Svend Berg ferðasteypið frá Lions Club Eysturoy til ognar

Kappsigling

Eins og gjørt hevur verið nú í 36 ár, skipaði Lions Club Eysturoy fyri árligu kappsiglingini á Skálafjørðinum sunnudagin 21. august. 30 bátar høvdu meldað seg til siglingina, men ein meldaði tó avboð.
Av 4/5-mannaførunum byrjaðu 25 bátar vestanfyri Flesjarnar at sigla inn móti Høgabóli, har málið var.
Byrurin var ikki góður, eitt lot av útsynningi suðri, men knappar tveir tímar seinni kom tann seinasti báturin um málið.
Eitt ferðasteyp hevur ferðast millum fremstu bátarnar síðani 1989, uttan at nakar hevur vunnið tað til ognar. Treytin er, at tann báturin, sum er fyrstur á mál í trý ár, fær steypið til ognar.
Tríggir bátar høvdu í ár møguleikan at vinna steypið, við tað at teir høvdu vunnið tað tvær reisur fyrr. Hesir vóru Hoyvíksbáturin, Miðgerð og Thyra. Fyrstur á mál var Thyra, sum sostatt vann ferðasteypið til ognar.
Nummar 2 varð Malli og nummar 3 Hoyvíkingur. Hesir fingu allir steyp til ognar.
Í matarhølinum hjá Fiskavirking í Runavík komu manningarnar saman til hugnaligt prát afturvið kaffi og pannikøkum. Men fyrst mintust siglararnir og lionslimir Símun Rasmussen av Strondum, sum doyði herfyri.
Hann var øll árini við til at skipa fyri siglingini og við til at mynda tær siglingarreglur, ið enn verða nýttar.
Umframt 4/5-mannaførini sigldu nakrir størri bátar, og komu teir á mál í hesi røð:
Nummar 1 Dvørgamoy, nummar 2 Greipur, nummar 3 Reysti umframt bátur mannaður við kvinnum.
Lions Club Eysturoy takkar siglarunum fyri luttøkuna.
Seldu lutaseðlarnir verða drignir 5. september.

Endaliga úrslitið varð hetta
NrBáturEigari/SiglariSta_ur
1ThyraSvend BergStrendur
2MalliOddmar JoensenKollafjør_ur
3HoyvíkingurEgil & Johan SimonsenHoyvík
4JonaPer MikkelsenStrendur
5SvanurJohn MikkelsenSkála
6HelgaKaj JohannesenKaldbak
7KollsteinurMikkjal HansenHósvík
8Mi_ger_Arngrím PetersenKollafjør_ur
9Niels í NesinumAlfred GullbeinTórshavn
10Ey_bjørgPól Arni PoulsenStrendur
11BúgvinOsvald HansenTórshavn
12JohannaJógvan Páll HammerArgir
13Ei_Atli LeitisteinRunavík
14PlutoMeinhardt ChristiansenSkála
15NósiEli JoensenLeirvík
16VinurÓli MikkelsenTórshavn
17BispurinMartin DamKaldbak
18TernanKári BorgarklettHósvík
19LeivurJón NolsøeKollafjør_ur
20SildinJónsvein MikkelsenToftir
21ElisabethSímun OlsenVestmanna
22NónAgnar OlsenHósvík
23LuddiDávur ThomassenKollafjør_ur
24GjáarbáturinJanus PetersenKollafjør_ur
25Jóan PauliJóhannus JohannesenKollafjør_ur