Besti útlendski: James Blunt

Ein yrkisleið innanfyri bretska herin tóktist meira sannlík enn lívið sum poppstjørna fyri nøkrum árum síðani.

James Blunt kemur úr eini familju, sum hevur traditiónir innan bretska herin, og hann gjørdi sjálvur tænstu sum NATO-hermaður í Kosovo. Men eftir fýra ár í herinum tók hann fetið inn í tónleikaheimin, og í 2003 fekk hann sáttmála við plátufelagið Custard Label. Í 2005 kom fyrsta fløgan hjá James Blunt, og hon kallast Back To Bedlam. Útgávan fekk rættiligan vind í seglini, tá ið fyrsta stakfløgan, You're Beautiful, streyk upp á bretska tónatindin og var liggjandi sum nummar 1 á singlehitlistanum í fimm vikur. Sangurin gjørdist eisini eitt hitt kring Evropa  eisini í Føroyum  og síðani hevur James Blunt verið roknaður sum eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum í evropeiskum popptónleiki.
 
Atkvøða: Send »pla ub 2« til 1441