Hon kom av álvara fram í 1984, tá ið fyrsti sangurin hjá henni kom inn um topp-10 í USA. Síðani hevði hon 17 fylgjandi sangir, sum allir komu fram millum 10 tær bestu singlurnar á amerikanska singlehitlistanum. Tá ið sangurin Like A Virgin gjørdist nummar 1 í USA í 1984, var grundarlagið lagt undir statusið sum heimsstjørna. Men hóast tað eru gingin 20 ár síðani gjøgnumbrotið, er Madonna framvegis millum stóru songkvinnurnar í heiminum. Hon hevur júst havt eitt heimshitt við sanginum Hung Up, og hon er alt annað enn ferdig sum poppsangari. Sagt verður, at Madonna varð fyrsta kvinnan, sum hevði fult tamarhald á sínum egna tónleiki og image ein sterk listakvinna, sum dugir at gera popptónleik til eina breiða áhoyrarafjøld.
Atkvøða: Send »pla ub 3« til 1441.