Besti verjuleikarin er úr høvuðsstaðnum ella Fuglafirði

Ársins verjuleikari hoyrir heima í antin HB, B36 ella ÍF

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


HB og B36 hava havt landsins bestu verjur í ár. Tað sæst eisini aftur í, at tey sambært venjarum, liðformonnum og journalistum hava hvør sín av landsins bestu verjuleikarum. Tann triðji, sum telist millum teirra, ið hava fingið flestar atkvøður er úr ÍF. Teir tríggir eru:


Johan Troest Davidsen, HB

Høgni Zachariasen, ÍF

Hørður Askham, B36


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.