Bestu filmarnir - til røttu løturnar

Filmsheimasíðurnar eru fullar av góðum filmum. Men hvussu skal man velja og hví?

Vit hava hugt inn á Netflix og funnið nakrar stak góðar filmar til ymiskar løtur í lívinum.


Tá tú vil gloyma alt rundan um teg …

"Argo" 2013
Spennandi og eitt sindur stuttligur um fangarnar á amerikansku sendistovuni í Teheran í 1979.

"Taken" 2008
Írin Liam Neeson veit, hvat hann ger. Her er tað dóttur hansara, ið verður tikin til fanga, og hann roynir av øllum alvi at finna hana og fáa hana leysa


Tá tú er í romantiska lagnum …

"When Harry Met Sally" 1989
Klassikari við Billy Crystal og Meg Ryan, ið eru vinirnir sum at enda blíva forelskað.

"Lost in translation" 2003
Sjónleikarin Billy Murray hittir nýgiftu Scarlett Johanson á Park Hyatt í Tokyo. Tvey einsamøll menniskju sum leingjast.


Tá tú vil gerast bangin …

"The Shining" 1980
Jack Nicholson er høvundin, ið tekur famijuna við sær at ansa einum gomlum húsum. Har byrja løgin ting at henda. Ein klassikari.

"The Silence of the Lambs" 1991
Fyrsti og besti filmurin um kannibalin Hannibal Lecter. Jodie Foster og Anthony Hopkins eru fantastisk sum CIA-agentur og kannibalur.

Tá øll familjan vil hyggja …

"Kung Fu Panda" 2008
Sjarmerandi og vælgjørdur filmur um pandabjørnina, ið roynur at finna seg sjálva og berjast móti einum kavaleopardi.

" Charlie and the Chocolate Factory " 2005
WIlly Wonka bjóðar fimm børnum inn á sítt løgna sjokulátavirki. Har hitta tey smáfólkini Ompa-loompi og nógv annað stuttligt.

Tá tú vil flenna …

"2 days in Paris" 2007
Hesin filmurin snýr seg um, tá ið franskt og amerikanskt hittast. Delpy tekur franska sjeikin við til amerikansku familjuna, og restina kunnu tit so gita.

"The Trip" 2010
Stuttligur og undirhaldandi filmur um Steve og Rob, sum skulu gera ummæli av stjørnumatstovum í norðari parti av Onglandi.