Bestu sjónvarpsrøðirnar í 2016

Hesar eru, sambært ummælarum, bestu nýggju sjónvarpsrøðirnar í 2016.

Nú árið er farið at halla, hóskar tað seg at hyggja nærri at, hvørjar bestu sjónvarpsrøðirnar í 2016 hava verið.

 

Listin niðanfyri er samansettur av ummælunum av sjónvarpsrøðunum frá heimasíðunum IMDB, Rotten Tomatoes og Metacritic.

 

Eingin ivi tykist vera um, at best umtókta sjónvarpsrøðin hjá ummælarunum er Atlanta. Donald Glover, sum millum annað spælir í røðini Community, hevur gjørt røðina og spælir sjálvur høvuðsleiklutin, sum ein fátækur og melankoliskur pápi, sum roynir at gerast umboð hjá smákriminella gangstararapparanum Paper Boi.

 

Røðin um Elizabeth II, drotning í Onglandi, sum er at finna á Netflix, er eisini væl umtókt av ummælarunum. Málið er at lýsa alla lívsleið hennara, og fyrsta sesongin handlar um tíðina frá brúdleypinum, beint eftir annan heimsbardaga og til hennara fyrstu ár á trónuni tíðliga í 50’árunum.

 

Amerikanska røðin This is Us fær eisini góð ummæli á øllum trimum heimasíðunum. This is Us sigur søguna um ein bólk av fólkum, sum øll eru fødd sama dag. Og so er torført at siga meiri, uttan at avdúka ov nógv.

 

Hasar tríggjar eru røðirnar, sum allar tríggjar heimasíðurnar viðmæla. Niðanfyri er ein listi yvir røðir, sum minst tvær av heimasíðunum viðmæla.

Westworld. Science Fiction-røð um ein digitalan heim, har fólk rinda fyri at sleppa at útliva allar teirra dreymar. Men okkurt er galið við forritinum.

 

Stranger Things. Ræðu- og science fiction-røð. Ein 12 ára gamal drongur hvørvur undir løgnum umstøðum. Vinmenninir royna at kanna málið, men stjórnin roynir at dylja sannleikan um hvat hendi.

 

Horace and Pete. Skemtirøð. Skemtarin Louis C.K. eigur í hesi røðini eina barr saman við stjørnunum Alan Alda og Steve Buscemi.  

 

Better Things. Skemtirøð. Pamela Adlon spælir Sam, ein sjónleikari, sum roynir at vinna til lívsins uppihald, samstundis sum hon skal stýra lívinum hjá dóttur síni, hugna sær við vinum og royna at hava eina løtu ella tvær fyri seg sjálva.

 

Fleabag. Skemtirøð. Ein ung kvinna roynir at finna sítt pláss í London, samstundis sum hon má læra seg at liva við avleiðingunum av vanlukku.

 

Full Frontal with Samantha Bee. Talkshow. Enn av lærusveininum hjá Jon Stewart hevur fingið sína egnu røð. Einasti kvinnuligi vertur millum amerikansku late show vertirnar.

 

High Maintenance. Skemtirøð. Vit fylgja lívinum hjá einum cannabis-seljara í New York. Í hvørjum parti møta vit einum av kundum hansara.

 

Marvel’s Luke Cage. Superhetjurøð. Luke Cage hevur yvirnátúrliga styrki og skotsikra húð. Helst vil hann sleppa at liva í fríð, men við tíðini skilir hann, at hann má brúka síni evni til at verja tey veiku.

 

One Mississippi. Dramatisk skemtirøð. Tig Notaro nýtir sítt egna stríð móti krabbameini sum bakgrund í hesi søguni um eina kvinnu, sum flytir heim til Mississippi at taka sær av familjuni, eftir at mamman doyr.

 

Speechless. Skemtirøð. Ein mamma hjálpir soninum, sum hevur cerebral parese og situr í rullistóli. Ólíkt øðrum røðum, so bera sjónleikararnir í hesi røðini verulig brek.