Bestu sms´ini til "Triðja hálvleik"

Her ber til at lesa fimm tey stuttligastu sms´ini

Vinnandi sms´ið, har sendarin vann eitt atgongumerki til EM undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september var so soljóðandi:

 

Sigfriður hevur vøttir á til dyst, so nú er eingin vandi fyri dómarnar (Um Víking-B68)

 

Fýra onnur stuttlig sms vóru soljóðandi:

 

Tá Jákup á Borg blívur óður, endar dysturin góður:-) (Um B36-HB)


Eingin kavi við Margáir í dag, tá kann KÍ ikki vinna (Um EB/Streym-KÍ)


Vespurnar toldu ikki luktin í Fuglafirði (Um ÍF-NSÍ)


SORIN SKRIVAÐI seg fyri eitt mál (Um AB-Skála)